Mentan

Kanada: Trump kliptur úr "Home Alone 2"

Tað varð ikki gjørt av politiskum orsøkum, sigur kanadiska sjónvarpsstøðin, CBC

Trump í

Trump í "Home Alone 2" (Mynd: 20th Century Fox)

2019-12-28 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Kanada er tann nú vælkendi parturin í klassiska amerikanska jólafilminum "Home Alone 2: Lost in New York", har amerikanski forsetin, Donald Trump, spælir ein lítlan leiklut, kliptur úr filminum.

Tað er kanadiska sjónvarpsstøðin, CBC, sum hevur klipt brotið við Donald Trump úr filminum.

Hetta hevur sambært CBC einki við politikk at gera, og varð hetta gjørt langt áðrenn Donald Trump stillaði upp til seinasta amerikanska forsetavalið.

Sambært talsfólki hjá CBC er hetta nakað, sum ofta verður gjørt fyri at fáa ein spælifilm at passa til sjónvarpið.

Í filminum er høvuðspersónurin, Kevin (Macaulay Culkin) aftur blivin burtur frá foreldrum sínum, hesuferð í New York. Í filminum endar hann inni á einum gistingarhúsi á Manhattan, og steðgar hann einum manni at spyrja, hvar móttøkan er.

Maðurin er Donald Trump.

Sambært Ritzau, verður CBC ákært fyri at hava klipt Trump úr filminum av politiskum orsøkum, m.a. hevur sonur hansara, Donald Trump Jr. sagt, at tað var patetiskt at klippa pápa hansara úr filminum.

Trump sjálvur hevur eisini sagt í skemti, at filmurin ongantíð verður tann sami aftur.

Sambært CBC, er orsøkin tó ikki politisk. Tað er nevniliga ikki bert brotið við Donald Trump, sum er klipt úr men fleiri brot, sum ikki hava nakran týdning fyri søgugongdina í filminum. Hetta verður gjørt fyri at gera filmin styttri.

- Brotini vórðu klipt úr, tá vit keyptu filmin í 2014, áðrenn Trump varð valdur til forseta.

Í vikuni segði Trump, at tað var ein stórur heiður at sleppa at vera við í "Home Alone 2".

Les eisini: Eitt krav frá Trump at fáa leiklut í kendum jólafilmi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder