Umhvørvisfelagsskapurin Neptune's Pirates, sum áður hevði navnið Sea Shepherd UK, óttast at 73 ára gamli Paul Watson fer at enda sínar dagar í fongsli, um hann verður útflýggjaður til Japan.
Paul kann fáa fongsulsdóm uppá 15 ár, sum er at rokna sum lívstíð hjá honum, sigur Rob Read, rakstrarovasti hjá Neptune's Pirates UK, við Yahoo News.
Sambært honum varð Paul Watson lumpaður at koma í havn, so hann kundi handtakast. Altjóða handtøkuboðini frá Interpol hvurvu fyri nøkrum mánaðum síðani, vil Rob Read vera við.
Grønlendska løgreglan handtók Paul Watson fyrrapartin í gjár, og í grundlógaravhoyring er hann varðhaldsfongslaður til 15. august. Hendan avgerðin er kærd til landsrættin, sum nú skal taka støðu í málinum.
Løgmálaráðið skal avgerðaa, um Paul Watson skal útflýggjast til Japan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald