
Eftir 10. februar sleppur Bakkafrost ikki longur at flyta alifisk til Russlands. Tað hava heilsufrøðiligu myndugleikarnir í Russlandi avgjørt.
Stjórin í Bakkafrost, Regin Jacobsen, sigur við Kringvarpið, at hetta bannið kann kosta fyritøkuni millum 240 og 300 mió. krónur í útflutningi, men talan er bert um 2-3 prosent av samlaða útflutninginum, um alt samtakið verður talt við (eisini skotska alifyritøkan, sum Bakkafrost keypti herfyri).
Varðin Pelagic á Tvøroyri og Næraberg hava eisini verið rakt av russiskum banni áður, men tey útflyta í dag aftur til Russlands.
Sambært Regin Jacobsen fingu tey boðini um russisku avgerðina fríggjadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald