2024-07-21 10:57
Í gjár var seinasti dagur á G! Festivalinum, og í hesum sambandi hevur løgreglan havt onkrar lítlar uppgávur, m.a. við at hjálpa fullum fólkum. Men tey hava ikki skrásett nakað mál í sambandi við festivalin seinasta samdøgrið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Løgreglan kannar tó eitt mál um harðskap frá í nátt.
Tað var um trý-tíðina, at ein maður ringdi til løgregluna at boða frá, at hann var blivin sligin í andlitið.
Hetta hendi ikki á festivaløkinum men á einum bústaði í Gøtu, sigur vaktleiðarin.
Tveir mans eru skuldsettir í málinum, sum verður kannað víðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald