Innanlands

Kannað allar sjúklingar sum fáa antibiotika á sjúkrahúsunum

Fyrrapartin vóru allir sjúklingar, sum eru innlagdir á teimum trimum sjúkrahúsunum, og sum fáa antibiotika, kannaðir fyri coronavirus

Shahin Gaini, infektiónsmedisinari á Landssjúkrahúsinum (Mynd: Sverri Egholm)

Shahin Gaini, infektiónsmedisinari á Landssjúkrahúsinum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-06 11:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tey binda um heulan fingur á teimum trimum sjúkrahúsunum í landinum.

Fyrrapartin vóru allir sjúklingar, sum eru innlagdir á teimum trimum sjúkrahúsunum, og sum fáa antibiotika, kannaðir fyri coronavirus.

- Vit valdu í samráð við Landslæknan at taka hetta stig, nú coronavirus COVID-19 er staðfest í Føroyum. Sannlíkindi eru lítil fyri, at vit finna nakran smittaðan, men ynskja at binda um heilan fingur, sigur Shahin Gaini, infektiónsmedisinari á Landssjúkrahúsinum.

Úrslitini frá kanningunum verða væntandi greið seinnapartin í morgin.

Í morgun varð annar tilburðurin av coronavirusi staðfestur í Føroyum. Talan er um ein persón, sum hevur verið í Norðuritalia fyri stuttum. Smittaði persónurin er í løtuni avbyrgdur heima.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder