Innanlands

Kanning av myrkatalinum av korona farin í gongd

Endamálið við verkætlanini er at fáa eina meting av, hvussu nógvir føroyingar í veruleikanum hava havt korona. Hetta verður gjørt við at kanna tilvildarligar føroyingar fyri andevnir í blóðinum móti koronavirus

Savnsmynd (Ólavur Frederiksen/FaroePhoto)

Savnsmynd (Ólavur Frederiksen/FaroePhoto)

2020-04-20 10:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í hesum døgum fara 1500 tilvildarligir føroyingar í øllum aldri at fáa bræv frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, har tey verða spurd, um tey vilja luttaka í eini kanning av myrkatalinum av korona í Føroyum (ein meting av sanna talinum av føroyingum, sum hava havt koronasmittuna). Um talan er um børn og ung undir 18 ár, skulu foreldur geva samtykki til luttøku.

– Nógv fólk eru kannað fyri korona í Føroyum og almenna talið, ið vísir, hvussu nógv hava verið smittað, er møguliga rætta talið á smittaðum í Føroyum í dag. Vit hava tó illgruna um, at tað eru fólk í samfelagnum, sum hava verið smittað, men sum ikki eru vorðin kannað. Hetta kann skyldast, at summi hava havt so veik sjúkueyðkenni, at tey ikki fóru til lækna og blivu kannað fyri korona. Tey vita sostatt ikki av, at tey hava havt sjúkuna. Men tað kunnu vit kanna í eini blóðroynd, siga tey, ið standa aftanfyri kanningini í tíðindaskrivi.

Endamálið við verkætlanini er at fáa eina meting av, hvussu nógvir føroyingar í veruleikanum hava havt korona. Hetta verður gjørt við at kanna tilvildarligar føroyingar fyri andevnir í blóðinum móti koronavirus. Ætlanin er at kanna hetta nú og so aftur um nakrir mánaðir.

Innsavnan av blóðroyndum fer at ganga fyri seg í 2 vikur, frá 27. apríl til 10. mai. Farið verður runt alt landið at taka blóðroyndirnar, so hetta kann gerast í nærumhværvinum hjá luttarunum ella heima hjá teimum. Luttøkan umfatar blóðroynd og at svara heilt fáum spurningum.

Kanningin er samstarv millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Landssjúkrahúsið, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Fróðskaparsetur Føroya og Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking. Pál Weihe er kliniskur ábyrgdarhavi og hevur saman við Mariu Skaalum Petersen, granskara, tikið stig til hesa kanning. Aðrir luttakarar eru Marin Strøm, lektari á Fróðskaparsetrinum, Bjarni á Steig og Shahin Gaini, yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum, Lars Fodgaard Møller, landslækni, Debes H. Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Marnar F. Kristiansen, lækni og PhD lesandi á Fróðskaparsetrinum og Eina H. Eliasen, PhD lesandi á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

Samlaða verkætlanin er fíggjað av Lundbeckfonden og felagnum Nótaskip.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder