Í januar varð boðað frá, at amerikanski forsetin Joe Biden og varaforseti hansara, Kamala Harris ætla at stilla uppaftur saman í 2024, tá næsta forsetaval verður.
79 ára gamli Joe Biden er elsti amerikanski forsetin at sita í Hvítu Húsunum. Verður hann valdur til enn eitt valskeið, verður hann 82 ár, tá næsta valskeiðið byrjar í januar 2025.
Tí ivast fólk í, um hann yvirhøvur fer at stilla uppaftur, vísir úrslitið av kanning hjá Wall Street Journal, sum varð kunngjørd í vikuni.
Sambært kanningini halda 52 prosent av amerikanarum ikki, at sitandi forsetin fer at royna at fáa fýra ár afturat í Hvítu Húsunum. 29 prosent siga seg tó halda, at hann fer at stilla uppaftur, meðan 19 prosent siga, at tey vita ikki.
Joe Biden er demokratur, og heili 41 prosent av demokratisku veljarunum søgdu seg halda, at hann fer at stilla uppaftur, meðan 32 prosent søgdu, at tey ikki roknaðu við, at hann fór at stilla uppaftur. 26 prosent søgdu seg ikki vita.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald