Uttanlands

Kanning: Laschet er orsøkin til vánaliga valúrslitið

54 prosent av teimum, sum valdu CDU/CSU halda, at Armin Laschet hevur havt eina neiliga ávirkan á valúrslitið

Her sæst formaðurin í CDU, Armin Laschet saman við Angelu Merkel, samveldiskanslara á valtiltaki í Berlin (Mynd: EPA)

Her sæst formaðurin í CDU, Armin Laschet saman við Angelu Merkel, samveldiskanslara á valtiltaki í Berlin (Mynd: EPA)

2021-09-27 09:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Meira enn helvtin av teimum veljarunum, sum atkvøddu fyri konservativu systurflokkunum CDU/CSU á týska valinum í gjár halda, at tað er Armin Laschet, kanslaravalevni, sum er orsøkin til, at tey fingu eitt søguliga vánaligt valúrslit.

Tað vísir ein kanning frá valgranskingarstovninum Wahlen.

54 prosent halda, at Laschet hevur havt neiliga ávirkan, meðan 11 prosent halda, at hann hevði góða ávirkan. 28 prosent halda ikki, at hann hevur havt nakra ávirkan á valúrslitið.

CDU/CSU standa til at fáa 24,2 prosent av atkvøðunum, ið er ein afturgongd á átta prosent í mun til seinasta val í 2017, har flokkarnir fingu nærum 33 prosent av atkvøðunum, skrivar Ritzau.

Sosialdemokratiski flokkurin SPD stendur til at gerast størsti flokkur við 25,7 prosent av atkvøðunum, ið er ein framgongd á 5,2 prosentstig.

70 prosent av veljarunum, sum valdu SPD halda, at formaðurin og kanslaravalevnið Olaf Scholz hevði jaliga ávirkan á valúrslitið. Fimm prosent halda hinvegin, at hann hevði eina neiliga ávirkan.

Bæði Armin Laschet og Olaf Scholz søgdu í gjárkvøldið, at teir ætla sær at royna at skipa nýggja stjórn. Teir ynskja ikki at halda fram við núverandi samgongu millum CDU/CSU og SPD.

Les eisini: Val í Týsklandi: SPD størsti flokkurin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder