Innanlands

Kanningarnar hjá Thetis lúka altjóða krøv

Thetis hevur bestu tól á marknaðinum at gera korona-kanningar, og kanningarhátturin er altjóða viðurkendur. Fólk kunnu kenna seg trygg, men tað er neyðugt at útgreina hesi viðurskifti eftir innslag í Degi og Viku í kvøld

Marita Debess Magnussen, stjóri í Thetis

Marita Debess Magnussen, stjóri í Thetis

2020-10-26 23:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Thetis kann ikki lata sær lynda, at ivi var sáddur um korona-kanningarnar hjá Thetis í Degi og Viku í kvøld, har Debes  H. Christiansen, deildarleiðari á almennu Heilsufrøðiligu Starvstovuni, segði kanningarháttin hjá privatu kanningarstovuni vera ivasaman.

- Tað skal vera sligið fast við sjeytumma seymi, at kanningarnar hjá Thetis vera bólkagreinaðar eftir altjóða viðurkendum kanningarhátti við tí bestu útgerð, sum finst á marknaðinum, sigur Marita Debess Magnussen, stjóri í Thetis.

- Tað týdningarmiklasta fyri okkum er at gera eitt álítandi kanningararbeiði, so at fólk kunnu kenna seg trygg. Vit fara ikki upp á kompromis við tryggleikan, staðfestir Marita Debess Magnussen.

Altjóða viðurkendur kanningarháttur
Málið snýr seg um, hvørt tað er trygt at bólka royndirnar, sum verða tiknar, so at seks royndir verða greinaðar í sama glasi í senn. Debes H. Christiansen segði, at hetta kann vera ein veikur liður, tí fólk við veikum korona-teknum, møguliga ikki verða uppdagað í bólkakanningum.

- Útsøgnin hjá Debes H. Christiansen kundi havt ávísan týdning, um korona var í útbroti, og undir slíkum umstøðum høvdu bólkakanningar ikki verið gjørdar. Í løtuni verða korona-royndirnar bólkaðar seks og seks, tí síðani hálvan august hava vit havt tamarhald á korona í Føroyum. Tá korona var í útbroti beint eftir ólavsøku, gjørdu vit ongar bólkagreiningar, greiðir Marita Debess Magnussen frá.

Bólkagreiningar verða viðmæltar, tá ið smittutalið er lágt. Hesin kanningarhátturin er viðurkendur í t.d. Íslandi, Grønlandi og Bretlandi umframt í hópatali av øðrum londum. Almennu myndugleikarnir í ES, USA og Bretlandi viðmæla henda kanningarháttin.

Harumframt hevur Thetis bestu og mest nágreiniligu kanningarútgerð, sum finst á marknaðinum. Sonvendu “test kit” hjá Thetis eru góðkend av Novo Nordisk og Ríkissjúkrahúsinum. Harumframt eru mannagongdirnar grundaðar á treytir hjá heimsheilsustovninum, WHO,  og CDC, t.e. Center for Disease Control.

- Thetis hevur higartil greitt 75.000 kanningar úr hondum, og vit halda fram, so leingi tørvur er á tí. Eru ivamál, so loysa vit tey fegin saman við Heilsumálaráðnum og Farsóttarnevndini, sigur Marita Debess Magnussen, stjóri í Thetis.

(Tíðindaskriv frá Thetis)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder