Greining: Seinasta og sjeynda hoyringin týsdagin gjørdist ein av teimum mest avdúkandi fyri fyrrverandi forsetan Donald Trump og hansara leiklut í álopinum á Kongressina 6. januar 2021. Kanningarnevndin, sum umboðar bæði demokratar og republikanarar, hevði fingið fleiri týðandi vitni at vera partur av hoyringini, sum hesaferð snúði seg um, hvør tók stig til og fyriskipaði álopið á fólkavaldu Kongressina.
Donald Trump, forseti heldur røðu undan álopinum á Kongressina, har hann heitti á síni viðhaldsfólk at koma til Washington.
Hvussu var sambandið millum víðgongdu høgrabólkarnar, fyrst og fremst Oath Keepers og Proud Boys, sum gingu á odda í álopinum, og táverandi forsetan Donald Trump - ella var einki beinleiðis samband - var álopið bara tilvildarligt og spontant uttan nakað mál og mið, sum Trump hevur skýrt tað! Hetta vóru nakrir av spurningunum, sum vórðu settir vitnum, ið luttóku beinleiðis í hoyringini og teimum, sum frammanundan høvdu givið sínar frágreiðingar. Og niðurstøðan av hesi helst mest avdúkandi hoyringini gjørdist, at talan var um eina neyva og miðvísa ætlan/ráðagerð/samansvørjing og tilrættalegging fleiri vikur undan álopinum. Og sum bygdi á konspiratiónsteoriina hjá Donald Trump um, at valsigurin varð stolin frá honum.
Stig fyri stig fór henda ráðagerðin fram: Longu fleiri mánaðir undan valinum gjørdi Trump púra greitt, at vann hann ikki valið, so varð greiða orsøkin svik við atkvøðunum, og valsigurin varð tískil stolin frá honum. Tá so atkvøðurnar vórðu taldar og góvu Biden ein tryggan sigur fór Trump saman við sínum næstu ráðgevum undir eina herferð fyrst móti valeftirlitsfólkum fyri at hava framt valsvik og eftir tað móti vanligum veljarum fyri at hava verið partur av svikinum.
Tá hann síðani tapti 60 mál í dómstólunum um at fáa broytt úrslitini, vórðu fleiri av landsins fremstu advokatum settir við tekniborðið at gera eina ætlan, sum - um alt annað miseydnaðist - skuldi steðga Mike Pence at skriva undir skjølini, sum skuldu góðkenna Biden sum vinnara. Tað var so seinasti møguleikin hjá Trump at fáa vent valúrslitið til sín egna fyrimun.
Frá byrjan var tað retorikkurin og áhaldandi útsøgnirnar hjá Trump serliga í sosialu miðlunum, sum løgdu brenni á bálið og sum endaði við tí røðuni, ið longu hevur skrivað seg inn í søgubøkurnar, og sum Trump helt uttan fyri Hvítu Húsini stutt áðrenn alvápnað viðhaldsfólk hansara við Oath Keepers og Proud Boys á odda, lupu á Kongressbyningin undir herrópunum “Hang Mike Pence” og "Stop the Steal".
Hetta er gongdin, sum Kanningarnevndin aftur og aftur endurtekur til sínar hoyringar - fyri at kunna geva øllum amerikanarum uttan mun til politiskan lit eina krystallklára mynd av tí, sum veruliga hendi.
Trump og víðgongdu høgrafelagsskapirnir
Millum høvuðsvitnini í hesi síðstu hoyringini seinasta týsdag var m.a. fyrrverandi miðlatalsmaðurin hjá tí mest víðgongda høgravenda felagsskapinum “The Oath Keepers”, Jason Van Totenhoven. Hann váttaði, at hann hevði verið partur av felagsskapinum, men tá hann uppdagaði, hvussu víðgongdur og militantur felagsskapurin var, takkaði hann fyri seg. Men hann náddi tó at fáa innlit í felagsskapin innanífrá og segði undir vitnisfrágreiðingini, at við álopinum á Kongressina var USA eitt lítið vet frá veruligum borgarakríggi. Tað kundi hann siga frá sínum kunnleika til júst henda stríðssinnaða felagsskapin, ið hevur til endamál at taka grundarlagið undan stjórnini og øllum almennum stovnum.
Jason Van Totenhaven
Hann skýrdi álopið sum eina samskipaða og tilætlaða roynd frá sjálvum forsetanum at fremja eina kvettroynd. Vitnið vísti á, at vit eiga veruliga at bera ótta fyri, at nakað tað sama kann endurtaka seg í 2024, tá og um Trump stillar uppaftur.
Stephen Ayres
Eitt annað vitni, Stephen Ayres segði seg hava fylgt Trump í einum og øllum og sum tí eisini tók áheitan hansara um at fara til Washington henda so týðandi dagin í størsta álvara og segði m.a.:
-Eg trúði øllum Trump segði her serliga á sosialu miðlunum, ið hann vitandi brúkti fyri at fáa flest fólk at fylgja honum í lygnini um valsvik. Trump heitti sjálvur á okkum um at taka vápn við og bað løgregluna strika forboðið um at bera vápn í Kongressumhvørvinum, tí tey fóru ikki at brúka hesi móti sær.
-Eg beri ótta fyri restini av heiminum, um Trump ikki verður steðgaður nú, áðrenn hann fær framt fleiri brotsverk.
Eitt av tweetunum Trump sendi út til síni viðhaldsfólk 19. desember.
“Tweetið”, sum setti eld í
Umframt vitnisfrágreiðingar vísti Kanningarnevndin eisini fram eitt ávíst “tweet”, sum Trump sendi til síni viðhaldsfólk 19. desember 2020, har hann heitti á tey um at steðga góðkenningina av stolna valinum. Tað var hetta eins og røðan nakrar vikur seinni, sum fekk bikarið at flóta yvir. Sum fekk Trump viðhaldsfólk kring alt USA at leggja leiðina til Washington tann avgerandi dagin, 6. januar 2021. Umrødda “tweet” var í veruleikanum byrjanin til ta kvettroynd, sum skuldi tryggja, at Trump varðveitti valdið, sjálvt um hann visti, at hann hevði tapt.
Ein partur av ætlanini ella ráðagerðini var, at herurin skuldi kallast til Washington og har leggja hald á allar valmaskinur og atkvøður, sum annars vóru prógv um, at Biden hevði vunnið valið. Við tí skuldi Trump brúka herin til upploysa tingið og tryggja, at hann kundi halda fram sum forseti. Og fyri at tryggja, at hetta eydnaðist setti hann advokatin Powell sum sín ovasta ráðgeva, sama kvinna, sum gekk á odda í konspiratiónsteoriunum um valsvik og at diktatorstýrið í Venezuela var partur á hesum.
Ein mánað undan álopinum var ein merkisverdur fundur í Hvítu Húsunum, har sakførarar hjá Trump høvdu gjørt uppskot til eina ætlan, ráðagerð, har man skuldi brúka herin sum høvi og amboð til at seta landið í undantaksstøðu. Tað var eftir henda fundin, at Trump sendi tað søguliga tweetið til síni viðhaldsfólk, har hann bað tey gera seg klár at fara til Washington og m.a. brúkti orðingina: “It will be wild”. Her sipaði hann til nettupp komandi álopið á Kongressina. Aðrar av hansara orðingunum vóru m.a. “Fight, fight, fight”.
Fulla orðingin var: “Big protest in D.C. on January 6th. Be there. It will be wild.” Hetta var hansara seinasta desperata roynd til at steðga góðkenningini av valúrslitinum stutt eftir. Og í undanfarnu hoyringunum kom fram, at álopsfólkini kendu seg hava fingið boð frá forsetanum um at hongja Mike Pence, varaforseta, um hann ikki vildi líða boðunum frá forsetanum um at sýta fyri at góðkenna valúrslitið. Øll henda ráðagerðin varð marknaðarførd undir herrópinum: “Stop the Steal”.
Kanningarnevndin ger nógv burtur úr umrødda fundi, sum fleiri vitni, ið vóru tilsteðar, umrøða sum heiladeyðan og “nuts og nonsense”. Gangurin og skrálini og rópini á hesum fundinum í tí Ovala rúminum hjá forsetanum, har Trump í øði blakaði eina fløsku av tomatketchup í veggin, skal hava verið fullkomiliga ørvitiskend, har tríggir av advokatunum hjá Trump, Eastman, Stone og Powell saman við Guiliani løgdu sokallað prógv fram fyri forsetan um, at svikað var við bæði valmaskinum og íblanding úr øðrum londum sum Venezuela fyri at steðga afturvalinum av Trump.
Ímóti hesum fólkunum stóðu flest øll starvsfólkini í Hvítu Húsunum, sum aftur og aftur royndu at sannføra forsetan um, at valúrslitið var rætt og hevði Biden sum vinnara. Hóast hetta valdi forsetin at venda hesum sínum næstu starvsfólkum bakið og vildi ikki hoyra talan um, at Biden hevði vunnið. Heldur enn at taka við ráðunum frá teimum sendi hann út tweet um at gera klárt til tann 6. januar, tá Kongressin skuldi góðkenna endaliga valúrslitið.
Liz Cheney, varaforkvinna í Kanningarnevndini og Bennie Thomson, formaður
Trump einki barn men ein 76 ára gamal maður
Liz Cheney, republikanska varaforkvinnan í Kanningarnevndini, segði, tá hon endaði 7. hoyringina, at Trump var einki barn longur, sum kann sleppa sær undan síni ábyrgd. Hann er ein 76 ára gamal maður, sum eins og øll onnur eigur at taka avleiðingarnar av sínum gerðum. Tað eiga vit øll segði republikanski senatorurin, sum síðani vísti á, at í hesum málinum eru ikki einans tey fólkini, sum fysiskt vóru partur av álopinum, og sum nú standa til at fáa langar fongsulsdómar. Sanniliga eigur ábyrgdin at verða løgd á tann persónin, sum tók stig til og fyrireikaði álopið segði hon og vísti á, at í 8. hoyringini, sum verður í komandi viku, fer ljós at verða varpað á teir 187 minuttirnar álopið vardi og her, hvør leikluturin hjá forsetanum var.
Liz Cheney vísti á útsøgnirnar hjá fleiri av vitnunum um, at tey einans gjørdu tað, sum Trump hevði biðið tey um. Nevniliga at steðga góðkenningini av valúrslitinum fyri ein og hvønn prís og entá við vápnaðum uppreistri. Alt hetta bygdi á lygnina hjá Trump um, at valið var stolið frá honum. Hetta var drívmegin í øllum tí, sum hendi rundan um álopið 6. januar. Trump sigur, at mótmælini vóru spontan og tilvildarlig og ikki miðvíst og tilætlað løgd til rættis. Hesum vísti Liz Cheney aftur.
Milliónirnar av amerikanarum umframt fólk kring allan heim, fara undir komandi 8. hoyringini í komandi viku at kunna fylgja Trump seinastu løturnar undan og undir álopinum. Hvussu hansara høvuðssakførari Guiliani og aðrir av hansara trúgvastu ráðgevum og stuðlum so sum Eastman, Powell og Stone góvu honum sín fulla stuðul til at fremja tær ætlanir, sum somu fólk høvdu sett út í kortið. Sum sannførdu forsetan um, at tað var rætt at fara á barrikadurnar og forða eini góðkenning av valúrslitinum.
Og hóast flestu av hansara starvsfólkum í Hvítu Húsunum gjørdu alt fyri at fáa hann at gevast, vendi hann deyva oyrað til. Hann vildi ikki hoyra talan um, at hansara atgerðir kundu fáa álvarsligar avleiðingar. Og úrslitið kenna vit øll: Fimm fólk doyðu og hundraðtals fingu skaða undir álopinum. Í løtuni fara fram rættarmál móti mongum av álopsfólkunum, har fleiri teirra longu hava fingið langar fongsulsdómar.
Steve Bannon, sum fyrr hevur sýtt fyri at vitna, hevur nú broytt meining og fer at vitna mánadagin. Enn er óvist, hvat hann fer at siga um leiklutin hjá Trump í álopinum á Kongressina og annars sína egnu ráðgeving.
Seinasta nýggja í málinum kom eisini fram undir hoyringini um, at Trump ringdi til eitt av vitnunum fyri at ávirka tað, hvat er ein brotsgerð í sær sjálvum. Vitnið valdi ikki at tosa við Trump men fór til Kanningarnevndina við málinum. Enn er óvist, um henda hendingin fer at vera partur av víðari hoyringunum, sum helst verða tvær í tali.
Vit vita tó, at møguleiki er fyri, at ein av fremstu ráðgevum forsetans, Steve Bannon, sum higartil hevur sýtt fyri at vitna og sum tí stendur til at fara í fongsul, í síðstu løtu hevur avgjørt at vitna kortini. Tann rættarfundurin verður longu mánadagin. Bannon var ein av trúgvastu stuðlunum og sjálvur heilin aftanfyri nógv av ráðagerðini at stegða valinum av Biden og demokratunum at koma til valdið.
Enn ein nýggj hending er komin undan kavi eftir seinastu hoyringina. Tað vísir seg, at Secret Service skal hava forkomið týðandi tilfari, sum Kanningarnevndin hevði biðið um innlit í. Hesum hevur stovnurin tó víst aftur. Tað verður helst eisini nakað, sum fer at vera á skránni til hoyringina í komandi viku.
Løgmálaráðið biðjur um innlit í tilfar hjá Kanningarnevnd
Ein av stóru spurningunum nú Kanningarnevndin ger seg klárað til hesa møguliga seinastu hoyringina er, hvønn leiklut løgmálaráðið við Merric Garland, løgmálaráðharra fer at hava, nú so nógv nýtt tilfar er komið fram undir hoyringunum.
Merric Garland, løgmálaráðharri hevur torføru uppgávuna at skula taka støðu til, um reisast skal ákæra móti Donald Trump. Í løtuni bendir nógv á, at ráðið er farið undir at kanna tilfar frá Kanningarnevndini.
Eftir seinastu hoyringina segði formaðurin í nevndini, Bennie Thomson, at Kanningarnevndin er byrjað at lata “DOJ, Department of Justice”, sum er løgmálaráðið í Biden stjórnini, tilfar frá hoyringunum. Hetta kundi bent á, at DOJ er í ferð við at kanna álopið 6. januar, hvør stóð aftanfyri og annars allar smálutir í hesi álvarsligu tilgongdini til eina kvettroynd framda av sitandi forsetanum sjálvum.
Ì eini almennum brævi til løgmálaráðharran hava fleiri republikanskir advokatar, teirra millum fleiri av teimum fremstu í USA, heitt á ráðið um at taka málið við Trump og álopinum á Kongressina upp til viðgerðar. Somu republikansku advokatar skriva, at eingin sum helst ivi er um, at Biden vann valið og tí ganga teir beint ímóti framhaldandi páhaldinum hjá bæði Trump og hanara “basa” í republikanska flokkinum. Teir siga seg hava kannað øll páhaldini um svik, og ikki eitt tað einasta teirra er rætt.
Nýggjasta, sum síðani er komið fram í miðlunum, er, at Trump nú umhugsar at koma út alment við kunning um, at hann fer at stilla uppaftur til forsetavalið í 2024. Nakað, sum nógvir republikanarar her serliga valevni til komandi miðvalini í november, bera stóran ótta fyri, tí tað kann gera, at demokratiskir veljarar, ið annars eru ónøgdir við Biden, kortini fara á val fyri at mótmæla, at Trump skal stilla uppaftur.
Víst verður á, at tað var nettupp Trump, sum var orsøkin til, at republikanarar taptu bæði forsetavalið og valini til Umboðsmannatingið og Senatið. Her verður serliga víst á lemjandi tapið í Georgia, har tann negativa “Trump-effektin", fekk demokratar í hópatali at fara á val. Eygleiðarar vilja eisini vera við, at Trump fer at kunngera sína uppstillan longu nú fyri harvið at steðga øðrum republikanarum so sum guvernørinum í Florida, DeSantes, sum hevur stóra undirtøku, at stilla upp. Enn ein orsøk sigst vera, at hann heldur seg kunna flyta fokus frá Kanningarnevnd og hoyringum til sína uppstilling.
8. hoyringin verður hósdagin 21. juli í bestu senditíð. Portalurin fer at fylgja hesi eins og teimum undanfarnu hoyringunum.
Keldur: M.a. Washington Post, New York Times, Politiken, Berlingske Tidende, DR, NRK, BBC, CNN, MSNBC, Fox News, Reuters
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald