43 ára gamli rapparin Kanye West ætlar at stilla upp til amerikanska forsetavalið. Hesum boðaði hann frá í dagføring á Twitter í nátt.
– Vit mugu gera álvara av menningarmøguleikunum hjá USA við at líta á Gud, standa saman um okkara visión og byggja okkara framtíð. Eg stilli upp til forseta, skrivar hann og endar við einum #2020vision.
Kanye West hevur fyrr víst núverandi forsetanum, Donald Trump, stuðul, og er hann vorðin kendur fyri at koma við serum útsøgnum. Enn er ikki greitt, um hann meinar hetta í álvara.
Bert fýra mánaðir eru eftir til amerikanska forsetavalið 3. november, og enn hevur Kanye West møguleika at stilla upp sum uttanflokkafólk í fleiri statum, skrivar Ritzau.
Valið fer væntandi at standa millum Donald Trump og Joe Biden, sum mest sannlíkt verður forsetavalevnið hjá demokratunum. Hetta verður tó ikki alment avdúkað fyrr enn í august, tá floksstevnan hjá demokratunum verður.
Fleiri enn 700.000 fólk hava dámt dagføringina hjá Kanye West, og fleiri enn 380.000 fólk hava deilt hana.
Millum tær mongu viðmerkingarnar, sum eru komnar, er ein frá stovnaranum av Tesla, Elon Musk.
– Tú hevur mín fulla stuðul, skrivar hann.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Kanye West sigur, at hann ætlar at stilla upp til forsetavalið. Til handanina av MTV Music Awards í 2015 segði hann, at hann ætlaði at stilla upp til valið í 2020. Síðani hevur hann sagt, at hann enn ætlaði at stilla upp, men at tað fyrst fór at vera í 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald