Mentan

Kappaðust í tónleiki í Klaksvík

Leygardagin var kamartónleikakappingin Crescendo á skúlanum við Skúlatrøð

2022-11-30 19:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin var kamartónleikakappingin Crescendo hildin á fyrsta sinni, í skúlanum við Skúlatrøð í Klaksvík.

Út á seinnapartin leygardagin høvdu allir 46 bólkarnir framført fyri áhoyrarunum og dómarapanelinum.

Bólkarnir vóru skipaðir í tríggjar aldurshópar, 0 til 10 ár, 11 til 15 ár og 16 til 21 ár. Torført var at velja hvørjar framførslur skuldu virðislønast, tí sum heild var støðið sera høgt. 

Vinnarnir av yngsta bólkinum gjørdus David og Josef Caabay Nattestad, nummar tvey gjørdust Ranja Ingun Elisabeth Haraldsen og Kristian Súnason Pedersen og nummar trý gjørdust Teitur Jensen, Rebekka Akoth Oludoh og Jona Dam Iversen.

Í bólkinum 11 til 15 ár vunnu Ai Waagstein og Sólja Rye, framman fyri Ilaria Ierulli og Naomi Rajani Færø, sum gjørdust nummar tvey og á triðja plássi komu tveir bólkar, sum gjørdist javnir: Eydna Olsen Dalheim, Hansina Nesá,  Jóhanna Gaard og Taida Thomsen og Turið Syderbø.

Í elsta bólkinum vunnu Elin Rasmussen, Bjørt Holm og Rita Ljósheim. Onnur virðisløn fór til Nancy Nónskarð, Mikkjal Davidsen og Ritu Ljósheim, og triðja virðisløn fór til Heiðrun D. Hammer, Beinta Ingeborg Greve og Ari Hammer Joensen - og Markus Bjarnason, Maisól Elisa Hentze, Heiðrun í Dali og Jens Andrias Dam. 

Fyriskiparnir Eirikur Skála og Tóri Restorff Jacobsen eru væl nøgdir við tiltakið, og fegnast um stóru undirtøkuna millum musikkskúlanæmingar og lærarar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder