Innanlands

Kappingarráðið góðkent yvirtøkuna hjá Elding

Í august varð boðað frá, at Elding hevði ætlanir um at yvirtaka Power-handilin í SMS, og Kappingarráðið hevur í vikuni góðkent yvirtøkuna

Við yvirtøkuni av Power fer Elding at hava seks handlar (Mynd: Google)

Við yvirtøkuni av Power fer Elding at hava seks handlar (Mynd: Google)

2022-12-25 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðst í august mánað varð boðað frá, at Elding yvirtekur Power, og harvið flytir ein part av sínum virksemi inn aftur í SMS.

Tá hevði Kappingarráðið tó enn ikki tikið støðu til yvirtøkuna, men tað varð gjørt hósdagin, og yvirtøkan er góðkent.

Á heimasíðuni hjá Kappingareftirlitinum verður sagt, at niðurstøðan hjá Kappingarráðnum m.a. er grundað á, at virksemið hjá Sp/F Power Føroyar – uttan mun til um yvirtøkan varð noktað ella góðkend av kappingarmyndugleikanum - vildi steðga 1. januar 2023. Tí metir Kappingarráðið, at avleiðingin av at góðkenna yvirtøkuna undir verandi umstøðum ikki broytir kappingarstøðuna týðandi.

Tað var 26. august, at Kappingareftirlitið fekk fráboðanina um, at Sp/F Elding ætlaði at yvirtaka Sp/F Power Føroyar. Handilin í SMS verður sætti handilin hjá Elding.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder