Kappingarráðið hevur á fundi tann 11. mars 2020 tikið avgerð um at gera tilsøgn frá MBM bindandi, ið m.a. hevur við sær ein greiðari roknskaparligan skilna millum virkisøki, bygnaðarligar broytingar og krav um rakstrarligan javnvága í MBM.
Kanning hjá Kappingareftirlitinum bendi á, at krossstuðul í ávísan mun fór fram millum virkisøkini í MBM, og at talan kundi vera um brot á ásetingar í kappingarlógini. Krossstuðul fer fram, tá eitt virkisøkið fíggjar hall hjá øðrum virkisøki í somu fyritøku.
MBM var frá byrjan sinna at ganga teimum kappingarligu ivamálum á møti, sum kanningin hjá Kappingareftirlitinum gav ábendingar um. Í hesum sambandi valdi MBM at lata Kappingarráðnum eina tilsøgn eftir § 23, stk. 1 í kappingarlógini.
Formaðurin í Kappingarráðnum, Heri Joensen, sigur:
– § 23, stk. 1 í kappingarlógini gevur fyritøkum møguleika at lata eina tilsøgn, ið gongur teimum ivamálum á møti, sum Kappingarráðið hevur víst á. Verður mett, at tilsøgn er nøktandi, kann Kappingarráðið taka avgerð um at gera tilsøgnina bindandi.
Talan er um ein einfaldan og orkusparandi hátt at loysa eitt kappingarmál, har kappingarligi trupulleikin verður loystur, men har støða ikki verður tikin til, um brot er framt á kappingarlógini.
Tað er greitt, at tað í málum, har fyritøkur tilvitað ella av grovum ósketni fremja brot á kappingarlógina, verður sami leistur ikki brúktur.
At enda er at viðmerkja, at fyritøkur við ráðandi marknaðarstøðu hava eina serliga skylda ikki at avmarka kappingina. Um ráðandi støðan á einum marknaði gevur møguleika at fremja kappingaravlaging á øðrum marknaði, kann talan vera um misnýtslu av ráðandi marknaðarstøðu á hesum marknaði.
Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald