Innanlands

Karantenubólkurin ynskir at sleppa at fylgja øllum teimum ferðandi

Øll, ið koma til Føroya, skulu 14 dagar í sóttarhald - nú fáa tey tilboð um at verða uppringd av lækna undir sóttarhaldinum

Bjarni á Steig, yvirlækni (Mynd: Sverri Egholm)

Bjarni á Steig, yvirlækni (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-21 16:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein av nýggjheitunum, sum komu fram á korona-tíðindafundinum viðvíkjandi heilsuverkinum í dag var, at tað nú verður gjørdur ein eyka innsatsur fyri at fylgja teimum fólkunum, sum koma til landið, og vónandi halda seg í sjálvbodnum sóttarhaldi teir fyrstu 14 dagarnar, tey eru í Føroyum.

- Higartil hava vit ansað væl eftir teimum, sum vit hava sent í sóttarhald, tí tey hava verið í vanda fyri at vera smittað. Nú ætla vit at víðka hesa tænastu, segði Bjarni á Steig, yvirlækni á tíðindafundinum í dag.

Hetta ber við sær, at øll tey ferðandi til Føroya nú fara at fáa eina áheitan frá heilsuverkinum um at lata heilsumyndugleikarnar fáa telefonnummarið hjá teimum, so at tey kunnu verða ringd upp av einum lækna, sum spyr eftir hvussu gongst, og um tey merkja til nøkur sjúkueyðkenni.

- Tað vísir seg, at fólk kunnu vera smittað, uttan at kenna tað á sær. Vit hava dømi um smittað fólk, sum ikki eru rakt meira, enn at tey hava mist smakki og/ella luktisansin. Serfrøðingarnir, sum sita í koronabólkinum, hava nógva vitan um sjúkueyðkenni, og eru før fyri at spyrja eftir smærri ábendingum um, ein møguliga er smittaður, hóast viðkomandi einki merkir á sær, segði Bjarni á Steig á tíðindafundinum.

Øll ferðandi skulu í sóttarhald
Á tíðindafundinum fegnaðust bæði landsstýrismaður, varasjúkrahússtjóri og yvirlæknin um, at vit so at siga hava bast smittuni í Føroyum, og nú kunnu venda tilbúgvingini nógv meira miðvíst móti teimum, sum koma inn til landið.

Og her er tað av týdningi, at áheitanin um at fara í sjálvboðið familjusóttarhald verður hildið. Eitt familjusóttarhald merkir, at viðkomandi ikki fer út millum fólk og heldur ikki fær vitjan teir fyrstu 14 dagarnar, men kann vera saman við familjuni.

- Um vit fylgja hesum upp við at ringja til tey á sama hátt sum vit gera við tey, sum eru í kravdum sóttarhaldi, so rokni eg við, at okkara tilbúgving kemur at virka upp aftur betri. Og vit hava orku til tað nú, tí tað ikki eru so nógv longur, sum eru í sóttarhaldið við tað at tað verða staðfest alt færri smittað í Føroyum, segði Bjarni á Steig.

Tey ferðandi mugu geva loyvi
Øll tey ferðandi, sum koma til Føroya nú, verða støðgað av løgregluni, sum krevur at fáa eitt telefonnummar at ringja til, um so er, at tað verður staðfest, at tey eru millum tey, ið kunnu vera smittað av einum øðrum ferðandi.

Men hóast løgreglan hevur navn og telefonnummar, so merkir hetta ikki, at heilsumyndugleikin eisini fær tað.

Upplýsingar, ið eru givnir løgregluni til uppklárandi arbeiði, verða ikki givnir víðari til aðrar myndugleikar. Tí má henda tænastan byggja á loyvi frá hvørjum einstøkum.

- Eg vóni at tey ferðandi eisni fara at upplýsa fyri okkum, hvussu vit kunnu fáa fatur á teimum, so vit kunnu gera tað uppfylgjandi arbeiðið, segði Bjarni á Steig.

Hetta verður helst gjørt við at øll ferðandi fáa ein pappírslepa at fylla út umborð á flogfarinum, sum tey kunnu lata starvsfólkunum umborð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder