Gunnar K. Nattestad hevur verið formaður í Landstoyminum hjá Føroysku sjómansmissiónini. síðani februar 2014.
Nú fer hann úr nevndini, og ístaðin kemur Kári Henriksen í hansara sess. Kári er 38 ára gamal klaksvíkingur, sum er búsitandi á Nesi. Hann er giftur við Annu Maria Kass Henriksen og saman eiga teu fýra børn.
Kári hevur gingið á á Sjómansskúla í Klaksvík og á Vinnuháskúlan í Havn, og hann hevur siglt sum stýrimaður hjá Mærsk Supply Service og síðani 2007.
Hann sigur millm annað við heimasíðuna hjá Trúboðanum, at hann er spentur uppá uppgávuna, og at hann upplivir, sum mangir aðrir trúgvandi sjómenn, at lívið umborð kann gerast eitt sindur einsligt. Tí skal fokus vera á uppbyggjandi tilfari til trúgvandi sjófólk, samstundis sum vit skulu stimbra til missión – eisini umborð, sigur sigur Kári Henriksen
Seks fólk manna landstoymið. Afturat Kára Henriksen eru tað Sólrun Poulsen, Óluva Foldbo, Henry Christiansen, Johanna Næs og Jákup Jakobsen.
Sjómansmissiónin hevur skrivstovu í Leguhúsinum í Nesvíkog hevur ein trúboðara í starvi. Umleið 40 sjómanskvinnuringar um landið eru knýttir at Sjómansmissiónini.
Fíggjarætlanin liggur um hálva millión árliga, og alt verður fíggjað við sjálvbodnum gávum, skrivar trubodin.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald