Mentan

Kári Sverrisson og Øssur Johannesen live í Sirkus

Sunnudagin 26. november verður konsert í Sirkus

2023-11-25 09:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnudagin 26. november klokkan 20 verður konsert í Sirkus við Kára Sverrisson og Øssur Johannesen.

Kári Sverrisson spælir egin løg afturvið akustiskum guittara, ofta egnar yrkingar ella tekstir, ið eru umsettir úr øðrum máli.

Øssur Johannesen spælir egin løg til yrkingar og týðingar hjá Aleksander Kristiansen og Joanes Nielsen. Umframt at vera tónleikari, er Øssur Johannesen eisini listamadur.

Atgongumerki fáast við dyrnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder