
Á nýggjárinum verður tað Karl Johansen sum fær borgarstjóraketuna frá Jógvani Skorheim úr Sjálvstýri, sum seinastu átta árini hevur havt ræðið í Klaksvík.
Tað varð avgjørt á býráðsfundi í kvøld, har býráðið í Klaksvíkar kommunu skipar seg.
Karl Johansen varð av meirilutanum skotin upp at vera borgarstjóri, og einki annað uppskot kom. Sjey kommunustýrislimir atkvøddu fyri, og fýra atkvøddu blankt.
Kárl Johansen fekk 230 atkvøður á kommunuvalinum, og bleiv sum tann einasti valdur inn fyri Sambandsflokkin.
Atli S. Justinussen úr Fólkaflokkinum, sum fekk 224 atkvøður á valinum, verður varaborgarstjóri meðan Jógvan Skorheim úr andstøðuni verður annar varaborgarstjóri.
Samgongan í Klaksvíkar býráði er skipað millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald