Hann segði seg elska norskar damur og sjarmeraði seg eisini fram í norsku útgávuni av Paradise Hotel.
Men nú verður tað á donskum, at 25 ára gamli sandavágsingurin fer at royna seg. Karl Weihe fer nevniliga saman við øðrum fyrrverandi luttakarum at koma inn fyri at skapa eitt sindur av garteran.
Ein sum eisini er á listanum yvir fyrrverandi luttakarar sum tjekka inn á Paradise Hotel, er Christel Trubka, sum er ein gamal kenningur. Hon er fyrrverandi unnusta hjá Teiti Skoubo sum á mangan hátt hevur gjørt vart við seg, og so kennast Karl Weihe og Christel Trubka eisini.
Karl Weihe luttók í realitysendingini Ex on the Beach í 2023 og hevur síðani verið nakað frammi í realityumhvørvinum. Hann hevur saman við vinmanninum Hugo Collette útgivið nakrar sangir og so luttók hann í norska Paradise Hotel fyrr í ár.
Danska Paradise Hotel verður frumsýnt á Viaplay 1. januar 2025.
Karl Weihe og Christel Trubka her til filmfrumsýning til Avatar síðst í 2022 (Mynd: Karl Weihe / Instagram)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald