Karl Weihe úr Sandavági gjørdist kendur tá hann í 2022 luttók í danska Ex on the Beach. Nú fer hann so aftur at royna seg í reality, og tað verður í norska Paradise Hotel.
Tað kann vera trupult nokk at orða seg á donskum, og hvussu tað so verður á norskum hjá unga sjarmørinum, má tíðin vísa.
- Heilt vist var málið ein avbjóðing. Eg veit faktiskt ikki hvat mál eg prátaði, men eg royndi í øllum førum at tosa norskt. Tað verður stuttligt at síggja, sigur Karl Weihe við Se og Hør.
- Eg noyddist at hugsavna meg fult og heilt fyri at skilja, hvat tey søgdu, og hetta gjørdu tey eisini eitt sindur gjøldur burturúr, greiðir hann frá.
Hann sigur víðari við blaðið, at hetta var besta uppliving í lívinum.
Paradise Hotel Norge sæst á Viaplay frá 22. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald