Fyri góðum mánað síðani tók Tórshavnar kommuna stig til eina talgilda kanning, har borgarar kundu siga sína hugsan um Karlamagnusarbreyt.
Orsakað av korona bar ikki til at hava fundir við borgarar, og tí vórðu fólk biðin um at siga sína hugsan umvegis heimasíðuna hjá kommununi í staðin.
Tórshavnar kommuna fekk 233 viðmerkingar í talgildu kanningini um Karlamagnusarbreyt, og nú er klárt at fara undir at gera eitt uppskot til at skipa økið, so tað gerst betri og tryggari, skrivar kommunan.
– Tórshavnar kommuna er farin undir at endurskoða, hvussu Karlamagnusarbreyt er skipað. Endamálið er at økja um trivnaðin og trygdina, soleiðis at økið verður betri at búgva og ferðast í. Tí bað Tórshavnar kommuna borgarar í økinum um at siga teirra hugsan um økið, vísa á avbjóðingar og hvar tey meta tørvur er á at skipa økið øðrvísi.
– Nógvar avbjóðingar í økinum kennir Tórshavnar kommuna frammanundan - serliga tær teknisku, sum eisini nógvir borgarar hava sent áheitanir til kommununa um. Økið er í dag hálvliðugt, soleiðis at nógv byggivirksemi er framvegis, samstundis sum fólk búgva í økinum. Tá ið broytingar skulu gerast í einum hálvlidnum øki, er sera týdningarmikið at fáa innlit í alla ta vitan, ið longu er á økinum. Tí er tað raðfest sera høgt at fáa borgarar at skoyta uppí tað vitanina, kommunan longu hevur um økið.
Av teimum 233 viðmerkingunum vóru 70 frá íbúgvum á Karlamagnusarbreyt, 127 frá íbúgvum í grannalagnum og 36 frá fólki aðrastaðni í kommununi.
Nú allar viðmerkingarnar eru komnar inn, er klárt at fara undir næsta stig, sum er at umsitingin hjá Tórshavnar kommunu ger eitt uppskot til, hvussu Karlamagnusarbreyt kann skipast á besta hátt, og har millum annað viðmerkingarnar frá borgarum í økinum verða tiknar við, sigur kommunan.
Roknað verður við, at eitt uppskot til at skipa Karlamagnusarbreyt verður lagt fyri býráðsnevndir til politiska viðgerð í summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald