Innanlands

Katrin Jacobæus fekk Helena Elsass virðislønina 2021

Katrin fekk í gjár handað 150.000 krónur frá Prinsesse Benedikte fyri sítt sjálvbodna arbeiði í CP-Føroyar, har fysioterapeuturin er forkvinna

Katrin Jacobæus og Prinsesse Benedikte (Mynd: CP Danmark)

Katrin Jacobæus og Prinsesse Benedikte (Mynd: CP Danmark)

2021-08-25 07:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Helene Elsass heiðurin verður givin persóni, ið hevur gjørt eitt serliga stórt arbeiði fyri fólk við spastiskum lammilsi, og talan er um eina tí størstu virðisløninina fyri sjálvboðið arbeiði, ið verður latin í Danmark, skrivar Kringvarpið.

Tað varð ein føroyingur, sum í ár fekk serstaka heiðurin. Talan er um 40-ára gomlu Katrin Jacobæus, ið til dagliga starvast sum fysioterapeutur á Landssjúkrahúsinum.

- Uttan nakra aðra orsøk ella ætlan um at hjálpa øðrum fólki hevur Katrin Jacobæus arbeitt fyri at betra um korini um umstøðurnar hjá fólkum við cerebral
parese 
í Føroyum

[object Object]

[object Object]
Myndir: CP Danmark

Soleiðis skrivar landsfelagi fyri cerebral parese í Danmark millum annað í sínari grundgeving fyri, at føroyski fysioteraputurin í gjár fekk heiðurin og virðislønina á 150.000 krónur handaða frá H.K.H. Prinsesse Benedikte í Keypmannahavn.

Sagt varð, at tað er sera avbjóðandi at arbeiða sjálvboðið fyri fólki við CP í Føroyum, men tað er tað, sum forkvinnan í CP-Føroyar, ið fyrr kallaðist Spastikarafelagið, hevur gjørt. 40-ára gamla Katrin Jacobæus hevur arbeitt við at fáa størri fokus á CP og at millum annað fáa betri viðgerð fyri tað í Føroyum.

Dagur & Vika hevði í gjár eina samrøðu við Katrin Jacobæus, umframt livandi myndir frá handanini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder