Katrín Jakobsdóttir, stjórnarleiðari í Íslandi, umhugsar nú at stilla upp til forsetavalið í summar.
Tað sigur hon í samrøðu við ríkisútvarpið, RÚV. Hon sigur, at hon ein av komandi døgunum fer at boða frá, um hon stillar upp ella ikki.
Í viðtalinum sigur hon, at hon í byrjanini av árinum als ikki hevði umhugsað møguleikan at stilla upp til forsetavalið, men at hetta nú er broytt.
- Eg viðgangi bara, at eg teir seinastu dagarnir havi umhugsað tað, kanska serliga tí at eg havi fingið so nógvar áheitanir frá fólkum kring alt landið, sigur Katrín Jakobsdóttir.
Katrín hevur boðað leiðarunum í hinum stjórnarflokkunum frá, at hon umhugsar møguleikan.
Hon leggur afturat, at hon nú fyrst fer at hava fund við tingbólkin í flokkinum, sum hon er forkvinna fyri, vinstra-grønu fylkingina. Hetta hendir ein av komandi døgunum, og eftir tann fundin fer hon at boða frá avgerð síni.
Íslendska forsetavalið verður 1. juni, og freistin hjá valevnum at boða frá, er 26. apríl. Tað krevjast undirskriftir frá 1.500 veljarum fyri at verða góðtikin sum valevni.
Higartil hava 65 fólk boða frá, at tey stilla upp til forsetavalið. Teirra millum er fyrrverandi borgarstjórin í Reykjavík, skemtarin Jón Gnarr, og Halla Tómasdóttir, ið var nærmasti kappingarneytin, tá Guðni Th. Jóhannesson varð valdur til forseta í 2016.
Guðni fekk tá 39 prosent av atkvøðunum og Halla 28 prosent. Í Íslandi verður valevnið, ið fær flestar atkvøður, kosið til forseta. Í fleiri øðrum londum verður valt umaftur millum tvey tey fremstu valevnini, um eitt valevni ikki fær oman fyri 50 prosent av atkvøðunum í fyrsta valumfari.
Á seinasta forsetavalinum í 2020 vóru bert tvey fólk at velja ímillum. Guðni Th. Jóhannesson varð tá afturvaldur við 92 prosentum av atkvøðunum.
Forsetin boðaði í nýggjársrøðu síni frá, at hann ikki stillar uppaftur til komandi forsetaval.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald