Krúningin hjá bretska Charles kongi verður 6. mai í Westminister Abbey í London, og í hesum sambandi verður skipað fyri stórari konsert við Windsor Castle dagin eftir, og nú er greitt, hvør fer at framføra.
At byrja við var torført at finna tónleikarar at framføra til konsertina, og takkaðu fleiri heimsstjørnur nei til møguleikan, helst orsakað av gølunum, sum bretska kongshúsið hevur verið sett í samband við.
Sambært miðlinum Rolling Stones vóru Harry Styles, Robbie Williams, Adele, Spice Girls og Elton John millum tey, sum tað ikki eyndaðist at fáa við til konsertina.
Herfyri boðaði BBC tó frá, at amerikonsku Katy Petty og Lionel Richie, og bretski bólkurin bólkurin Take That fóru at framføra til konsertina. Umframt hetta fer italski operasangarin Andrea Bocelli, og vasiliski operasangarin Bryn Terfel og bretska songkvinnan Freya Ridings eisini at luttaka, skriva fleiri miðlar, m.a. The Telegraph.
Bólkurin Take That fer tó helst at framføra uttan Robbie Williams, sum er ein teirra, ið longu hevur givið avboð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald