Innanlands

KBI yvirtekur akkumulatorvirkið Pólar

Fyritøkan við Rættará í Havn heldur fram sum sjálvstøðug fyritøka - og vældámda kaffistovan eisini

Margeir Ørvarodd og Karl Birgir Isaksen

Margeir Ørvarodd og Karl Birgir Isaksen

2020-05-28 10:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

KBI í Klaksvík hevur keypt vælkendu akkumulatorfyritøkuna Pólar Havn, sum Margeir Ørvarodd hevur átt og rikið í mannaminnir.

Pólar er ein kend og nógv vitjað fyritøka, sum liggur í Sigmundargøtu í Havn, beint yvir Rættará.

Kaffistovan hjá Pólar er tiltikin millum havnarfólk, og dagliga leggja nógv fólk leiðina framvið Pólar til ein kaffinum og eitt stutt prát.

Hendan gongdin fer at halda fram, tí Pólar fer við nýggja eigaranum at halda fram sum sjálvstøðug fyritøka, just sum vit kenna hana.

Karl Birgir Isaksen, sum eigur KBI, sigur í stuttari viðmerking:

- Tað er við størstu virðing og stoltleika, at KBI nú yvirtekur vælkendu akkumulator fyritøkuna Pólar. Vit fara at veita kundunum eina so góða tænastu, sum til ber. Pólar er kend fyri at kunna nøkta einhvønn tørv hjá vinnu- og privatkundum, tá tað snýr seg um akkumulatorar og battarí. Soleiðis verður eisini framyvir. Og fólk eru eisini altíð vælkomin inn til ein kaffimmun og eitt prát.

Margeir Ørvarodd, sum nú hevur selt sítt lívsverk og verður pensioneraður, er sera fegin um, at Pólar nú fer at halda fram sum áður. Hann ætlar sær sjálvur at vitja dúgliga omanaftur til kaffi, prát og hugnaløtur, saman við øllum hinum, sum vanliga hava sína gongd inn á Pólar.

Tað eru Axia Advokatar, sum hava staðið fyri søluarbeiðinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder