Uttanlands

Kekkia: Serligur dómstólur skal setast á stovn

Øll krígsbrotsverk eiga at verða revsað, sigur uttanríkismálaráðharrin í Kekkia, eftir at mann hevur funnið hópgravir uttanfyri ukrainska býin Izjum, sum Ukraina herfyri vann aftur frá russum

Fylgisveinamynd av grøvum nærindis Izjum (Mynd: EPA)

Fylgisveinamynd av grøvum nærindis Izjum (Mynd: EPA)

2022-09-18 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kekkia, sum hevur formansskapin í ES hetta hálvárið krevur, at ein altjóða serdómstólur verður settur á stovn skjótast gjørligt.

Orsøkin er tær mongu gravirnar, sum eru funnar uttanfyri ukrainska býin Izjum, sum Ukraina herfyri vann aftur frá russum.

– Russland hevur lagt hópgravir eftir sær við hundraðtalsfólkum, sum eru vorðin skotin og pínd. Í 21. øld eru slík álop móti sivilfólki óhugsandi og andstyggilig, sigur Jan Lipavsky, uttanríkismálaráðharri í Kekkia.

Hann sigur, at hetta ikki skal ignorerast, og eiga øll krígsbrotsverk at verða revsað.

Í hópgrøvunum uttan fyri Izjum eru lík funnin av í minsta lagi 440 fólkum. Enn er tó ikki greitt, júst hvussu hesi fólkini lótu lív, men ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sigur, sambært Ritzau, at hjá nógvum av teimum vóru tekin um, at tey vóru pínd, og hava myndir eisini víst, at fleiri vóru bakbundin.

ST hevur sagt, at tey vóna at kunna senda serfrøðingar til Izjum at hjálpa við at fáa greiðu á, hvussu hesi fólkini eru deyð.

Hósdagin segði Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, at hon vildi hava Putin fyri altjóða dómsstólin (ICC) fyri tey krígsbrotsverk, sum russar hava framt í Ukraina.

Les eisini: Kanna møgulig krígsbrotsverk í Kharkiv

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder