Innanlands

Kemilux selur einki spritt í handlinum á Hjalla komandi tíðina

Hondspritt er ein nógv eftirspurd vøra í løtuni. Kemilux fer nú bert at útvega til tey, ið mest hava tørv á tí

- Heilsuverkið og eldraøkið eru karmur um tey veikastu í samfelagnum, skrivar Kemilux í fráboðan

- Heilsuverkið og eldraøkið eru karmur um tey veikastu í samfelagnum, skrivar Kemilux í fráboðan

2020-03-19 13:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani útbrotið av coronavirusinum hevur sølan av hondspritt veruliga tikið dik á seg í Føroyum.

Summi hava keypt undir seg, og Apoteksverkið hevur verið noytt til at nokta einstøkum persónum at keypa meira enn eina fløsku.

Nú boðar Kemilux frá, at sølan av vøruni á Hjalla steðgar. Hetta er í tráð við tiltøkini hjá landsstýrinum í samband við koronavirusið, og tað er ætlað til at tryggja bestu karmarnar til tey veikastu í samfelagnum í hesari støðuni.

Kemilux fer nú bert at selja spritt til tey støð og fólk, har størst tørvur er á tí.

Soleiðis skrivar Kemilux í fráboðan fyri løtu síðani:

Góðu viðskiftafólk!

Einki spritt verður selt í okkara handli á Hjalla komandi tíðina.

Hendan avgerðin er tikin við útgangsstøði í tiltøkunum, sum Landsstýrið hevur sett í verk fram til 30. mars.

Vit fylgja gongdini gjølla, og taka avgerðir svarandi til tilmælini og gongdini í samfelagnum.

Heilsuverkið og eldraøkið eru karmur um tey veikastu í samfelagnum. Í løtuni vil KEMILUX gera sítt til, at tryggja karmarnar hjá hesum samfelagsbólkum, so væl til ber.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder