Sum myrkrið legði seg yvir Klaksvík, fóru kendu Queen-tónarnir at ljóða á Vágsbøi. Killer Queen var stóra navnið hjá Summarfestivalinum hósdag í ár, og tað skuldi draga nógv fólk til.
Tað gjørdi tað eisini. Fleiri túsund fólk vóru savnaði á Vágsbøi í kvøld fyri at hoyra coverbólkin Killer Queen syngja øll tey góðu rokkløgini, sum so nógv kenna.
Hetta gjørdu limirnir í bólkinum væl, og forsangarin líktiskt rættiliga nógv Freddie Mercury, bæði útsjónd og rødd.
Serliga fremstu áhoyrarnir, sum í mesta mun vóru ung fólk vóru við beinanvegin, og sungu við í flest øllum sangunum. Uttan iva er filmurin Bohemian Rhapsody, sum kom út fyrr í ár, ein av orsøkunum til, at hvørt mansbarn nú aftur kennir Queen.
Tá fleiri av kendu løgunum vóru sungin, ljóðaði av pallinum: “We love you Faroe Islands. Thank you”, og so fór bólkurin av pallinum.
Lítla løtu seinni, uttan at áskoðararnir høvdu sagt nakað stórvegis, trinu teir aftur á pallin. Tað var sum um, fjøldin væntaði, at sjálvandi fór eitt eykalag at koma. Eykalagið í fyrsta umfari var kenda lagið Bohemian Rhapsody.
So skuldi ein trúð, at hetta var tað. Tey, sum høvdu staðið aftast byrjaðu spakuliga at leita sær av Vágsbøi, men mín sann um teir ikki høvdu goymt tvey onnur stór hitt til síðst. Fyrst eina trummusolo og síðani We Will Rock You og We Are the Champions.
- Perfekt summarkvøld. Lat okkum gera hetta aftur onkuntíð. Tit hava verið fantastisk, takk fyri, endaði Patrick Myers íklæddur Freddie Mercury konsertina.
Frálík framførsla á Vágsbøi í kvøld, sum dróg nógv fólk til. Nú ljóðar "Áh tann deiliga Havn" og aðrir popptónar frá 80ára bólkinum Nalja úr Tjaldinum, og klokkan 01 fara lokalu dreingirnir úr Grandma’s Basement á stóra pallin á Vágsbøi.
Í morgin spæla millum annað Rasmus Seebach, Dynamit Perlur, Hamradun og Swangah.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald