Uttanlands

Kenosha, Wisconsin: Trý fólk rakt av skotum í nátt

Ófriðurin heldur fram í býnum har hvít løgreglufólk skutu svartan mann um vikuskiftið

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-08-26 09:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Trý fólk vórðu rakt av skotum undir gøtuófriði í nátt í býnum Kenosha í Wisconsin í USA. Eitt teirra doyði, upplýsir løgreglan fyri New York Times.

Hetta er triðja náttin við ófriði í Konosha eftir at svarti maðurin, Jacob Blake, sunnudagin varð skotin og særdur av løgreglufólkum.

Undir ófriðinum í nátt vóru fleiri skottilburðir millum bólkar av sivilum.

Eitt myndabrot á Twitter vísir ein mann, sum liggur á jørðini við einum vápni. Tá ein bólkur av fólkum nærkast, tekur hann at skjóta eftir teimum.

Undan hesum høvdu verið samanbrestir millum mótmælisfólk og løgregluna í Kenosha, skrivar dr.dk.

Mótmælisfólkini vórðu savnað við eina gøtubyrging, sum verjir rættarbygningin í býnum. Tey tveittu við vatnfløskum, steinum og fýrverki móti løgreglufólkum, ið svaraðu aftur við táragassi og gummikúlum.

Ófriðurin í Kenosha byrjaði, tá eitt filmsbrot av hvítum løgreglufólkum, ið skjóta svarta mannin, Jacob Blake í bakið fleiri ferðir, varð deilt á sosialu miðlunum.

Jacob Blake er við vit, upplýsir familja hansara. Ein kúla er farin gjøgnum rygggeislarnar, og tí er hann vorðin partvíst lamin.

Filmsbrot frá hendingini vísir, at Blake við løgreglufólkunum í hølunum, royndi at sleppa sær inn í bilin hjá sær. Tá Blake, ið var óvápnaður, letur hurðina upp á bilinum, har børn hansara sita í, hoyrast sjey skot.

Les eisini: USA: Ógvusligur ófriður eftir nýggjan skottilburð  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder