Amerikanski skemtarin og sjónleikarin Kevin Hart varð sunnudagin ógvusliga løstaður í einum ferðsluóhappi, men hann fer at klára seg.
Tað sigur kona Kevin Hart, Eniko Parrish, sambært Ekstra Bladet.
40 ára gamli Kevin Hart varð innlagdur á sjúkrahúsi seint sunnukvøldið lokala tíð við álvarsligum skaða í rygginum, sum hann hevði fingið í einum ferðsluóhappi á Mulholland Highway í Los Angeles.
Kevin Hart sat sum ferðafólk í sínum egna bili (ein Plymouth Barracuda frá 1970), saman við fitnessmodellini, Rebecca Broxterman.
Førarin, sum misti tamarhaldið á bilinum, var sjónleikarin Jared Black. Hann er eisini innlagdur við skaða í rygginum, men Rebecca Broxton fekk ongan skaða.
Løgreglan fann ongar ábendingar um, at Jared Black hevði verið ávirkaður av rúsdrekka ella rúsevnum.
Kevin Hart er m.a. kendur fyri filmar sum "Ride Along", "Central Intelligence", og "Jumanji: Welcome to the Jungle".
Hann skuldi havt verið vertur fyri Oscar-handanina í februar í ár, men hann tók seg síðani aftur sum vert orsakað av nógvu atfinningunum um eina røð av dagføringum, hann hevði lagt út á Twitter í 2011.
Les eisini: Kevin Hart tekur seg aftur sum vert fyri Oscars
M.a. skrivaði hann hetta í januar 2011:
- Um sonur mín kemur heim og vil spæla við dukkuhúsið hjá dóttir mínari, fari eg at bróta tað yvir høvdið á honum siga: Steðga við hasum, tað er fyri samkynd.
Kevin Hart hevur síðani biðið um umbering.
- Eg biði LGBT-umhvørvið um umbering fyri kensluleysu orð míni, skrivaði hann á Twitter.
- Eg eri keddur av, at eg havi sært fólk. Eg mennist og blívi við at mennast. Mítt mál er at savna fólk, ikki at skilja tey at.
Ársins Oscar-handan endaði við ongum verti, og var tað bert aðru ferð, at tað hendi. Fyrstu ferð var í 1989.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald