Kili hevur valt víðgongda høgrapolitikaran, José Antonio Kast til nýggjan forseta. Hetta hendi eftir eitt valstríð, har trygd, tilflyting og kriminalitetur hava verið høvuðsevnini.
Kast vann forsetavalið á valevnið hjá vinstraveinginum, Jeanette Jara, og fekk yvir 58 prosent av atkvøðunum.
Hetta var triðja royndin hjá honum at gerast forseti í Kili. Úrslitið av forsetavalinum er størsta lopið til høgru í kilenskum politikki síðan einaræðið endaði í 1990. Tað hevur eisini skapt undran, at Kast í sínum røðum fleiri ferðir hevur róst fyrrverandi høgravenda einaræðisharranum í Kiki, Augusto Pinochet.
Í fyrstu røðu síni sum valdur forseti segði Kast, sambært BBC:
- Kili verður enn einaferð leyst av brotsverkum, leyst av angist og leyst av ótta. Lívið hjá brotsmonnunum fer at broytast. Vit fara at leita eftir teimum, finna teir, døma teir og læsa teir inni.
Gjøgnum valstríðið lýsti Kast Kili sum eitt land, sum var á veg í kaos og ótryggleika. Hann gav lyfti um at fáa skipanina aftur og at støðga óregluligari tilflyting, um framt at seta í veri strammar útreiðsluskerjingar.
Tað er ongin loyna, at Kast hevur virðing fyri amerikanska forsetanum, Donald Trump, og teir verða helst tættir samstarvsfelagaðar, tá Kast er komin til valdið, skrivar BBC. Kast hevur eitt nú lovað at bygga ein múr á markinum móti Peru og Bolivia, at byggja eitt hátrygdarfongsul og støðga tilflytingini av tilflytarum, serliga úr Venesuela.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald