Mentan

Kim, Jana og Anita vunnu skrivikappingina

Sunnukvøldið vórðu vinnararnir av ársins skrivikapping avdúkaðir á Bókasavninum við Løkin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-04-24 08:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu var aftur skipað fyri skrivikapping, og í gjárkvøldið vórðu vinnararnir kunngjørdir á Bókasavninum við Løkin.

Í ár var uppgávan at skriva yrkingar, og heili 123 yrkingar komu inn tilsamans.

Dómsnevndin, ið var Dorit Hansen, Oddfríður M. Rasmussen og Bergljót av Skarði, skuldi velja tríggjar vinnarar.

Vinnandi yrkingarnar vóru:

  • 1. virðisløn: Kim Simonsen við yrkingini: Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum.
  • 2. virðisløn: Jana Mortensen við yrkingini: Ikki - yrkjara yrking á yrkingardegnum
  • Serstøk virðisløn til ungt fólk ið vísir serliga góð evnir: Anita Gudmundarson: Klivplantan

[object Object]
(Mynd: Runavíkar kommuna)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder