Innanlands

Kim Kielsen slapp undan atkvøðugreiðslu um misálit

Grønlendski stjórnarleiðarin er komin í trupulleikar av einum báti hann hevur leigað út

Kim Kielsen (Savnsmynd: KNR)

Kim Kielsen (Savnsmynd: KNR)

2020-10-09 09:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Formaðurin fyri grønlendska landsstýrið, Kim Kielsen úr Siumut, yvirlivdi í gjár eina roynd at leggja misálit fram móti honum í landstinginum.

Andstøðan legði fram misálit á Kim Kielsen í eini drúgvari viðgerð av einum máli, ið verður kallað ”Stenbidersagen” – rognkensilsismálið.

Í gjárkvøldið var greitt, at Kim Kielsen við minst møguligum meiriluta slapp undan misálitinum.

Andstøðuflokkarnir reisti misálit, tí tey halda, at Kielsen hevur verið ógegnigur í einum máli, har hann var við til at hækka kvoturnar fyri rognkelsisfiskiskap, samstundis sum hann sjálvur hevur ein bát, sum hann hevur leigað út til henda fiskiskap.

Andstøðan – tað er IA, Attasut, Samarbejdspartiet og Partii Naleraq – heldur eisini, at Kielsen hevur hildið upplýsingum aftur fyri nevndini, sum hevur kannað málið.

Landsstýrissamgongan heldur hinvegin, at Kielsen ikki hevur verið ógegnigur, og ikki hevur broti nakrar lógir.

Samgongan heldur, at skipanin hevur verið ógreið í spurninginum um at lata skjøl til nevndirnar, skrivar Sermitsiaq.

Stjórnarflokkurin Nunatta Qitornai legði fram eina undanskákingardagsskrá, sum varð samtykt við 14 atkvøðum fyri, 13 ímóti og tveimum blonkum. Harvið slapp Kielsen undan einum misáliti við minst møguligum meiriluta.

Samgongan hjá Kim Kielsen, tað er flokkarnir Siumut, Demokraatit og NQ, hevur 17 umboð í landstinginum, meðan andstøðan hevur 14.

Rognkelsismálið er kannað tvær ferðir. Fyrst av advokatfyritøkuni Poul Schmidt, tað var landsstýrið, Naalakkersuisut, sum bílegði ta kanningina.

Síðan komu grannskoðararnir hjá landstinginum við eini frágreiðing, ið varð løgd fram 7. september.

Grannskoðararnir koma við eini harðligari átalu og vísa á, at málið er ”átaluvert”.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder