2023-07-14 19:07
Ein 39 ára gomul kvinna varð hósdagin avrættað í Kina fyri at hava eitrað 25 børn í einum barnagarði, har hon arbeiddi.
Sambært Reuters hevði kvinnan eitrað greytin hjá børnunum við natriumnitriti í 2019. Eitt barn doyði, og 24 onnur børn vórðu særd av eitrinum.
Dómurin varð sagdur í Jiaozuo í Henan-landslutinum í september 2020, og hósdagin varð kvinnan avrættað.
Mannarættindafelagsskapurin Amnesty International metir, at Kina avrættar túsundatals fólk á hvørjum ári, fleiri enn nakað annað land. Kina almannakunnger ikki hagtøl fyri avrættingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald