Uttanlands

Kina bannar fyritøkum at brúka orðið "Kina" í nøvnum teirra

Stýrið í Kina vil ikki, at fyritøkur brúka orð sum "Kina" og "kinesiskt" framyvir

(Mynd: Scanpix / Pau Barrena)

(Mynd: Scanpix / Pau Barrena)

2018-07-12 09:02 Author image
Oda Strøm
placeholder

Orð sum "Kina", "kinesiskt" og "statsligt" fara at vera bannað hjá kinesiskum fyritøkum at brúka í nøvnum teirra. 

Tað vísir eitt skjal frá myndugleikunum, sum blaðið hjá kinesiska kommunistaflokkinum, Fólksins Dagblað, hevur almannakunngjørt, sambært tíðindastovuni Reuters. 

Hetta hendir í kjalarvørrinum á, at Kina er farið í handilskríggj við USA, sum hevur sett eyka toll á kinesiskt framleiddar vørur og á summar evropeiskar vørur. Kina og ES hava tó svarað aftur og lagt eyka toll á ymsar kjarnuvørur frá USA, sum nú verða dýrari at keypa.

Sum skilst er forbjóðingin at nýta "Kina" í navninum ein avleiðing av stúranini um, hvussu kinesiskar vørur verða uppfataðar uttanlanda, skrivar Reuters.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder