Kinesiska uttanríkismálaráðið hevur í dag biðið amerikonsku sendistovuna um at steingja konsulátið í Chengdu í Útsynningskina.
– Kinesiska uttanríkismálaráðið hevur boðað amerikonsku sendistovuni í Kina frá avgerðini hjá ráðnum um at taka stuðulin aftur til varðveitslu og rakstur av amerikanska konsulátinum í Chengdu. Eisini hevur ráðið gjørt greitt, at allar uppgávur og tiltøk hjá konsulátinum skulu steðgast, skrivar kinesiska uttanríkismálaráðið sambært Ritzau.
Hesi boðini koma tveir dagar eftir, at amerikanska uttanríkismálaráðið bað Kina um at steingja kinesiska konsulátið í Houston í amerikanska statinum Texas, og tað skuldi gerast innan 72 tímar.
Sambært kinesiska uttanríkismálaráðnum er hetta eitt "lógligt og neyðugt svar til órímiliga tiltakið hjá USA".
Les eisini: USA: Kina skal steingja konsulát í Texas
Mikudagin segði amerikanski forsetin, Donald Trump, at har altíð er ein møguleiki fyri, at fleiri kinesisk konsulát í USA verða stongd.
Sambært amerikanska uttanríkismálaráðharranum, Mike Pompeo, var orsøkin til, at Kina fekk boð um at steingja konsulátið, at "Kina hevur stolið intellektuellan ognarræt".
Wang Wenbin, talsfólk fyri kinesiska uttanríkismálaráðið, segði, at avgerðin hjá USA var ein politisk provokatión.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald