Uttanlands

Kina: Fyribyrging ikki longur undantikin meirvirðisgjaldi

Undantakið varð sett í gildi í 1993 sum liður í eittbarnspolitikkinum hjá landinum, men fyri at fáa barnatalið upp, verður hetta nú broytt aftur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2026-01-03 16:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Herfyri varð boðað frá, at Kina fór at leggja avgjald á hítir og onnur sløg av fyribyrging, og 1. januar kom hetta í gildi.

Í tíðarskeiðnum 1980 til 2015 var ein eittbarnspolitikkur galdandi í Kina, sum bannaði pørum at fáa meira enn eitt barn. Sum liður í hesum politikkinum hevur fyribyrging verið undantikin meirvirðisgjaldi síðan 1993.

Men nú er eitt grundmeirvirðisgjald á 13 prosent, sum er galdandi fyri flestar vørur í Kina, lagt á m.a. hítir og p-bollar.

Endamálið við hesari lógarbroytingini er at økja um burðatalið, eftir at fólkatalið í Kina í 2024 minkaði triðja árið á rað, tí at fleiri fólk doyggja, enn tað verða fødd. Serfrøðingar hava ávarað um, at afturgongdin kann halda fram.

Ein orsøk til hetta er, at burðatalið í Kina hevur verið minkandi í áratíggju orsakað av eittbarnspolitikkinum. Í 2015 varð lógin broytt, so pør høvdu loyvi at fáa sær tvey børn. Í 2021 varð hetta broytt til trý børn.

Kina var í mong ár fólkaríkasta landið í heiminum, men orsakað av fólkaminkingini í landinum, varð Kina í 2023 yvirhálað av India.

Millum orsakirnar til, at fólk aftra seg við at giftast og fáa sær børn er høga barnaansingargjaldið, útbúgving og óvissan á arbeiðsmarknaðinum. Kina hevur eisini eitt av hægstu fosturtøkutølunum í heiminum. Í tíðarskeiðnum 2021 til 2024 vórðu millum níggju og tíggju milliónir fosturtøkur framdar árliga.

Veruliga talið kann tó vera hægri, av tí at fleiri eisini leita sær hjálp á óskrásetum klinikkum.

Kina steðgaði við at almannakunngera tøl um fosturtøkur í 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder