Innanlands

Kina hóttar USA við revsitiltøkum

Orsøkin er, at USA, hóast áváringar frá Kina, hevur selt hernaðarflogfør til Taivan

(Heili 66 flogfør eru gjørd í USA og verða nú seld til Kina - Mynd: Ritzau Scanpix)

(Heili 66 flogfør eru gjørd í USA og verða nú seld til Kina - Mynd: Ritzau Scanpix)

2019-08-21 15:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

USA og Kina hava síðani várið 2018 verið í einum handilskríggi, sum millum annað snýr seg um, at stórir tollur verður lagdur á vørirnar hvør hjá øðrum. Hetta hevur sjálvsagt gjørt at viðurskiftini millum heimsveldini eru munandi versnaði.

Mitt í juli varð kunngjørt, at Kina hevði lægsta vøkstur í 27 ár annan ársfjórðing í ár. Handilskríggið við USA varð mett at vera ein av høvuðsorsøkunum til hetta, og tað fegnaðist amerikanski fosetin, Donald Trump, um á Twitter sama dagin. Dagin eftir hótti kinesiska stjórnin og kinesiskar fyritøku við at bróta alt handilsvirksemi við ávísar amerikanskar fyritøkur. Orsøkin var, at tær vóru við at gera og selja vápn til Taivan, ið er ein onnur høvusorsøk til stríðið.

Les eisini: Kina hóttir við revsitiltøkum móti USA

Hóast hóttanina hevur USA nú góðkent, at heili 66 F-16-fly verða flutt til Taivan. Kina hevur beinanvegin hótt USA við revsitiltøkum - hesaferð ikki bert fyriávísar fyritøkur í landinum, men fyri alt landið. Orsøkin er, at Kina við søluni metir, at USA blandar seg í innanhýsis viðurskifti hjá Kina, og tað gongur útyvir yvirharradømi og trygdina hjá Kina. Soleiðis sigur ein talsmaður fyri kinesiska uttanríksráðið.

Amerikanska uttanríksráðið sigur hinvegin, at tað er fyri at hjálpa Taivan at verja sítt loftrúmið, ið sambært republikanska senatorinum Jim Risch, er undir alsamt størri trýsti frá Kina. Hetta hjálpir eisini USA fíggjarliga, ot tá tað kemur til trygt, viðgongur uttanríkisráðið. Virðið á teimum 66 herðanarflogførunum, ið stóra fyritøkan Lockheed Martin hevur framleitt, er átta milliardir dollarar - áleið 53 milliardir krónir.

Kina viðurkennir ikki Taivan sum annað enn kinesiskt øki - ein landspart -  og loyvir ikki Taivan at taka formelt sjálvstýri. Taivan hevur tó í veruleikan ("de facto") verið sjálvstøðugt síðani 1949. USA hevur gott samband við oynna beint við heimsins fólkaríkasta land, og er tað landið ið flytir mest vápn til Taivan og samstundis tann sterkasti altjóða stuðulin.  

Kelda: TV2

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder