Innanlands

Kina við at koma ígongd aftur

Danskar fyritøkur við virksemi í Kina boða frá, at kinesiska framleiðslan væntandi koyrir aftur um miðjan mars

Svenska handilsfyritøkan Ikea, hevur tríggjar handlar í Beijing-økinum. Teir lótu uppaftur í gjár eftir at teir vórðu latnir aftur av myndugleikunum í januar (Mynd: EPA)

Svenska handilsfyritøkan Ikea, hevur tríggjar handlar í Beijing-økinum. Teir lótu uppaftur í gjár eftir at teir vórðu latnir aftur av myndugleikunum í januar (Mynd: EPA)

2020-03-09 18:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Okkurt bendir á, at gongd er komin á virksemið í smitturakta stórveldinum Kina aftur.

Soleiðis ljóða boðini frá fleiri stórum donskum fyritøkum, sum hava virksemi í Kina. Danska blaðið, Finans, hevur verið í sambandi við fleiri fyritøkur, sum boða frá, at Kina tykist at vera raknað við aftur.

- Í dag er gongd á øllum okkara verksmiðjum, og vit veita til okkara kundar, so støðan er normaliserað aftur í Kina, sigur Lars Petersson, stjóri fyri Hempel, ið framleiðir skipsmáling, og hevur tríggjar verksmiðjur í Kina.

Stórur partur av vinnulívinum og sosiala lívinum í Kina hevur ligið deytt síðan byrjanina av februar orsaka av óttanum fyri coronavirus. Allir skúlar eru afturlatnir og flestu fyritøkurnar hava verið stongdar ella lutvíst stongdar í eini roynd at fáa tamarhald á støðuni.

81.000 fólk eru smittað við coronavirus í Kina og oman fyri 3.000 fólk eru deyð, skrivar Finans. Í einum landi við einum fólkatali á yvir hálva aðru milliard, verður hetta ikki mett at vera vera ógvuslig tøl.

Hempel hevur 930 starvsfólk í Kina, og sambært fyritøkuni er ongin teirra raktur av virusinum.

Eisini fyritøkurnar Danfoss og Vestas upplýsa, at framleiðslan nú er vanlig aftur.

Vestas hevur fingið loyvi til at taka framleiðsluna uppaftur í fullum líki, starvsfólkini eru sloppin til arbeiðis, og Vestas sigur, eins og Hempel, at roknað verður við at framleiðslan koyrir við fullari styrki aftur um miðjan mars.

Handilsketan Jysk, sum ikki sjálv hevur egnar verksmiðjur í Kina, boðar frá, at alt er við at koyra sum vanligt aftur hjá verksmiðjunum, sum framleiða fyri Jysk. 

Mathias Boyer, stjóri hjá Danske Bank í Kina og formaður fyri danska handilskamarinum í Beijing, váttar fyri Finans, at hjólini í Kina so smátt eru komin í gongd aftur eftir at tað mesta hevur ligið stilt í nakrar vikur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder