Hátíðargudstænasta hevur verið í kirkjuni á Kirkju, í samband við at kirkjan fyllir 90 ár í dag, hvítusunnudag 28. mai 2023. Jógvan Fríðriksson, biskupur, prædikaði, og Jóannes Purkhús, sóknarprestur, talaði um sjálva kirkjuna:
Fyrst av øllum fara vit at ynskja hvør øðrum hjartaliga til lukku við kirkjuni á Kirkju, nú hon í dag fyllir 90. Hetta er ein stórur dagur, sum eg veit, nógv hava glett seg til, og eru vit fegin um, at so mong hava leitað sær út til Fugloyar í dag at hátíðarhalda dagin.
Tann 28. mai í 1933 var hátíðardámur úti á Kirkju, tá ið henda vakra kirkjan varð vígd. Bygdin var flaggskrýdd, og gestir vóru komnir úr øllum landinum út á Kirkju henda summardagin, tilsamans eini 600 fólk, og veðrið var av tí allarfagrasta.
Fólk í bygdini høvdu glett seg til at fáa nýggja kirkju, eftir at bygdin ikki hevði havt kirkju í hundrað ár. Gamla kirkjan varð flutt yvir til Hattarvíkar í 1833. Almenna orsøkin til, at gamla kirkjan varð flutt til Hattarvíkar, var, at stórur partur av monnunum á Kirkju fórust í svárari bátsvanlukku í 1818, og at tað tí ikki skuldi fáast nakar kirkjuverji.
Arbeiðið at byggja nýggja kirkju gekk skjótt og væl, og stóð kirkjan liðug longu í 1933, minni enn eitt ár eftir at arbeiðið var farið í gongd. Kirkjan varð vígd av Jákupi Dahl, prósti, tann 28. mai 1933, sum ta árið var 6. sunnudagur eftir páskir.
Eitt sermerki við sjálvari kirkjuvígsluni í 1933 var, at alt varð borið fram á føroyskum máli: bønir, lestrarnir úr Bíbliuni, prædikan og sálmasangurin. Sjálvt teir prestarnir, ið høvdu annað móðurmál enn føroyskt, lósu alt upp á føroyskum.
Í dag kunnu vit so skjótt halda, at tað er ein sjálvfylgja, men soleiðis var ikki tá, tí enn var føroyskt ikki vorðið alment kirkjumál. Kirkjuráðið á Kirkju ynskti, at vígslan skuldi vera á føroyskum, og ynskið varð eftirlíkað.
Eisini sálmarnir, ið sungnir verða í dag, eru teir somu, sum vórðu sungnir hin 28. mai í 1933. Sálmin, sum vit fara at syngja um eina løtu sum triðja sálm, hevur Hans Michael Jacobsen av Kirkju skrivað til sjálvan vígsludagin. Eisini fara vit eftir prædiku at syngja sálmin hjá N.F.S. Grundtvig, “Yndislig føgur”, sum Louis Zachariasen, eisini av Kirkju, týddi til føroyskt.
Eins og bygdarnavnið gevur til kennar, er Kirkja aldargomul kirkjubygd, og er henda kirkja bygd á somu grund sum tann undanfarna. Í øldir hevur kirkja tí staðið á hesum plássi. Higar hevur fólkið leitað í gleði og sorg, í mótgongd og viðgongd. Tá ið tilveran hevur kastað brotasjógvar inn yvir lívið, og alt kendist vónleyst.
Í hesum húsi hevur gudsorðið ljóðað ætt eftir ætt, boðskapurin um hann, ið elskar okkum við einum so fullkomnum kærleika, at vit, við okkara viti og skili, ongantíð megna at skilja tað.
Kirkjan hevur verið karmurin um størstu gleðistundirnar í lívinum, tá ið vónrík pør hava givið hvørt øðrum sítt “ja”-orð, tá ið tey ungu vórðu fermd, og tá ið børnini vórðu borin til dópin. Men eisini tær tungu og sváru stundirnar, tá ið sorgin nívdi, og tá vit søgdu einum kærum farvæl, tá ið vanlagnan rakti, hevur kirkjan verið karmurin um lívsins mangan baldrutu siglingarleið.
Kirkjan er karmur um gleði og sorg, hon fevnir alt lívið við øllum tess litbrøgdum, men er tó kjølfest í Jesusi, sum hevur sigrað á øllum illum og hevur vunnið sigur á sjálvum deyðanum.
Einaferð varð Frans pávi I. spurdur, hvønn leiklut kirkjan eigur at hava. “Kirkjan eigur at vera sum eitt feltsjúkrahús”, segði hann. Við øðrum orðum: Kirkjan eigur ongantíð at vera sum ein sýnisgluggi, ið skal sýna fram fullkomin menniskju, men sum eitt feltsjúkrahús, har bundið verður um sárini, og tey løstaðu og særdu verða reist á føtur aftur. Tað er eisini júst hetta sama, ið er og hevur verið aðalmálið við hesi kirkju: at bera fólkinum Kristi frið, gleði og rættvísi, kærleika og umsorgan, troyst og styrki til gerandisdagin.
Hvussu nógvar kirkjur hava verið á Kirkju? Tað ber ikki til at siga við vissu, men helst hava tær verið fleiri í tali. Vantandi keldurnar loyva okkum ikki at seta tal á.
Tað var yrkjarin, lærarin og politikarin, Louis Zachariasen, ið var føddur og uppvaksin á Kirkju, sum teknaði kirkjuna. Óivað hevur hann havt ta gomlu, føroysku trækirkjuna sum fyrimynd. M.a. kenna vit kórveggirnar aftur frá gomlu trækirkjunum. Tað gekk ikki eitt ár, frá tí at arbeiðið byrjaði, inntil kirkjan stóð liðug. Tað er eisini sermerkt, at tað vóru fólk úr bygdini, sum teknaðu og stóðu fyri øllum arbeiðinum.
Fyri grótarbeiðinum stóð Petur Pauli Poulsen, fyri timburarbeiðinum stóð Jóannes Christiansen í Mittúni. Afturat teimum hevur sjálvandi verið ein ørgrynna av fólki, ið hava tikið lut í arbeiðinum. Alt kirkjuinnbúgvið er gjørt á staðnum: prædikastólur, doypifuntur, útskeringarnar o.s.fr.
Av tí at flestu menn í bygdini vóru skipsmenn, var stórur partur av arbeiðinum gjørt vetrarhálvuna, ið er sera ring árstíð, men tá vóru menn heima. Á einum sinni brast ódnarveður á, meðan arbeiðið var í gongd, – tað var stutt fyri jól. Til alla lukku helt bygningurin, og arbeiðið kundi halda fram ótarnað. Í 1932/33 búðu umleið 200 fólk í bygdini.
Fólkatalið á Kirkju er nógv minkað seinastu áratíggjuni, og mangan – serliga um veturin – kunnu vit vera fáment, tá gudstænasta er. Men enn merkist kærleikin til kirkjuna, bæði hjá teimum, ið búgva her fast, men eisini hjá teimum, ið búgva aðrastaðni, men hava tilknýti til bygdina.
Fólk eru góð við kirkjuna á Kirkju, tað merkist. Viðhvørt, tá ið gudstænasta verður hildin á vetrardegi, renna mær orðini hjá Jesusi til hugs, tá hann sigur, at har tvey ella trý eru saman komin í hansara navni, er hann mitt ímillum teirra.
Her í kirkjuni hongur ein vøkur altartalva, sum Sámal Joensen-Mikines hegnisliga hevur málað. Altartalvan ímyndar óveðrið á Genesaret-vatninum. Á myndini sæst Jesus bjarga Pæturi, ið er um at søkka, meðan Jesus boyggir seg niður at hjálpa honum. Hyggja vit nærri at altarmyndini sæst, at motivið tó er føroyskt.
Vit síggja Viðareiði í baksýni og Malinsfjall eisini, og í føroyska bátinum sita viðingar. Listamálarin hevur tí á meistarligan hátt flutt bíbliusøguna yvir í ein føroyskan samanhang. Mikines málaði altarmyndina, meðan hann var á Viðareiði, og er hon hitt fyrsta bílagda verkið hjá honum.
Tá ið bátabyggjari á Kirkju varð spurdur, hvussu honum dámdi altartalvuna, var hann kvikur at svara, at báturin á myndini var nóg so nógv útlagdur í bakborð. Hetta frætti Mikines, og árið eftir kom hann út á Kirkju at rætta altartalvuna.
Á altardúkinum standa orðini hjá Pæturi úr somu bíbliusøgu: “Harri, bjarga mær!”. Tað er júst hetta, ið er kjarnin í kirkjunnar boðan, tí her boða vit hann, sum er okkara bjargari, Jesus Kristus. Í hetta húsið leita vit bæði í gleði og sorg, og bera alt tað, ið bilgist okkum í barmi, til hansara, ið elskar okkum.
Gævi at hetta hús, eisini í tíðini sum kemur, kann vera fólkinum á hesum stað ein griðstaður, har hjørtuni kunnu finna frið, gleði og hvíld. Gævi at hetta gudshúsið eisini frameftir fer at verða hesi bygd og oyggj, og fólkinum, ið her býr, til gleði og signingar.
Enn einaferð fari eg at ynskja øllum hjartaliga til lukku við hesi vøkru kirkju, sum í dag fyllir 90.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald