Nú er tíðin aftur komin til List til eitt vist, sum hevur til endamáls at fáa listafólk og fakfólk innan økið at kjakast, sparra og koma fram til konstruktivar loysnir um, hvussu vit menna listina.
Fyrsta umfar snúði seg um myndlist, annað umfar var um filmslist og filmsvinnu, og triðja umfar er um tónleik.
Hava vit tørv á fleiri venjingarhølum? Hava tónleikarar tørv á einum grafiskum samleika? Skulu vit brúka føroyingar ella útlendingar, tá vit framleiða, miksa ella taka myndir? Og hvussu setur tú prís á teg sjálvan, tá tú skalt út at spæla?
Hesi eru nøkur av evnunum, sum verða viðgjørd í Perluni í Havn hóskvøldið 10. novembur klokkan 19.30.
Tiltakið er soleiðis skipað, at Niels Arge Galán – grafikari og frontmaður í 200 – fer at greiða frá, hvønn týdning grafiski samleikin hevur fyri 200. Síðani verður eitt kjakpanel, sum fer at kjakast um alt frá venjingarhølum til at seta prís á teg sjálva/n. Og áhoyrarar fáa eisini høvi at seta spurningar og gera viðmerkingar, skrivar Tórsgøta í tíðindaskrivi.
Hesi fýra manna panelið:
- Mikael Blak
- Sigvør Laksá
- Uni Debess
- Marianna Winter
Óluva Zachariassen, journalistur, er orðstýrari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald