Innanlands

Kjarnorkurikni kavbáturin í Nólsoyarfirði

Seinnapartin hevur USS Albany verið at sæð í Nólsoyarfirði. Brimil fylgir kavbátinum

(Mynd: Birgir Kruse)

(Mynd: Birgir Kruse)

2024-04-25 16:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Amerikanski kavbáturin USS Albany sæst seinnapartin í Nólsoyarfirði.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið boðaði frá vitjanini í morgun. USS Albany hevur diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi.

Onki verður upplýst um, hvørji ørindini eru hjá amerikanska kavbátinum í dag.

Hetta er sættu ferð at amerikanskur kavbátur vitjar Nólsoyarfjørð hesi seinastu tvey árini.

Les eisini: Til reiðar at taka ímóti kjarnorkuriknum kavbátum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder