Í fjør varð boðað frá, at Klaksvík og Sankta Pætursborg, næststørstu býirnir í Føroyum og Russland, fóru at gerast vinarbýir. Munurin millum 5.000 fólk og seks milliónir er stórur, og meira ítøkiligt er avtalan millum Klaksvík og Pushkin ( Pushkinsky), ið er ein økispartur í Sankta Pætursborg við beint undir 100.000 íbúgvum.
Les eisini: Sankta Pætursborg bjóða -til samstarv
Klaksvíkar kommua skrivar, at endamálið við vinarbýaravtaluni er, at býirnir knýta tættari vinarbond, so bæði vinnu-, ítróttar-, og mentanarlív kunnu njóta gott av hvørjum øðrum.
- Hetta er serliga hugsað sum eitt samband til ein av størstu marknaðunum hjá fleiri av teimum vinnlívsfyritøkunum, sum vit hava í kommununi. Hetta kann lata upp fyri nýggjum møguleikum og kann eisini gera tað lættari at samskifta við myndugleikar, tá ið møguleikar stinga seg upp, sigur Jógvan Skorheim
Borgarstjórin skrivaði tíðliga í morgun undir sáttmála við borgarstjóran í Pushkin, Vladimir Omelnitski, tá sendinevndin úr Klaksvík var á ráðhúsinum. Norðlýsið skrivar, at Jógvan Skorheim og Omelnitski góvu hvørjum øðrum gávur, og borgarstjórin og ein sendinevnd í Pusjkin skulu í næstum vitja í Klaksvík.
Les meira um avtaluna her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald