Innanlands

Klaksvíkar kommuna sett nógv átøk í verk

Dagstovnar, frítíðarskúlar, svimjihøllini og ítrottarhallirnar eru ímillum nógv støð, ið kommunan nú hevur latið aftur. Býarbussarnir koyra ikki, og vitjandi eru ikki vælkomin á búplássum á eldraøkinum

Øll starvsfólk hjá kommununi, ið hava møguleikan fyri tí, skulu arbeiða heimanfrá. Um ein hevur verið uttanlanda, skal man ikki koma til arbeiðis í eina viku (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Øll starvsfólk hjá kommununi, ið hava møguleikan fyri tí, skulu arbeiða heimanfrá. Um ein hevur verið uttanlanda, skal man ikki koma til arbeiðis í eina viku (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2020-03-13 09:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klaksvíkar kommuna viðgjørdi í gjár, um hvussu kommunan best kann fyribyrgja og avmarkað smittuvandan av Covid19.

Á tíðindafundinum í Tinganesi í gjár, varð heitt á kommunurnar at gera sítt, og Klaksvíkar kommuna legði í gjár út, hvørji stig kommunan hevur tikið orsaka av støðuni.

Tiltøkini, sum verða sett í verk, eru galdandi frá fríggjadegnum 13. mars til sunnudagin 29. mars: 

Dagstovnar stongja
Dagstovnaøkið, Húsið, barnatannrøktin og frítíðarskúlin hjá Klaksvíkar kommunu stongja virksemið. Um tørvur er á at gera brúk av hesum tilboðum, skulu foreldur/verjar venda sær til viðkomandi leiðara. Heitt verður á foreldur/verjar um einans at gera brúk av hesum møguleika, um ongin onnur loysn er.

Býarbussar og serflutningur steðga allari koyring

Klaksvíkar Svimjihøll, ítróttarhallirnar, Klaksvíkar bókasavn, Kvøldskúlin og Tónlistaskúlin lata aftur

Miðlan letur aftur
Avgreiðslan í Klaksvíkar kommunu er skerd, og tí letur avgreiðslan í Miðlan aftur. Tó svarar telefonin 410000 yrkadagar frá kl. 10.00 til 15.00. 

Telefonavgreiðsla hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu
Telefon nr. 793400 hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu svarar yrkadagar frá kl. 8.00 – 15.00.

Kjatt-linja í boðklivanum á facebook
Starvsfólk hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu og allir borgarar í kommununi fáa møguleika at seta spurningar, sum viðvíkja átøkum hjá Klaksvíkar kommunu í samband við Covid19. Hesir spurningar kunnu setast í boðklivanum hjá Klaksvíkar kommunu á facebook, og verða svaraðir eftir besta førimuni.

Búplássini á eldraøkinum stongja fyri vitjandi
Fyri at verja okkara eldru borgarar á eldraøkinum verður stongt fyri vitjandi á øllum bústovnum hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu. Í átrokandi førum kunnu avvarðandi venda sær til viðkomandi leiðara, har onnur avtala kann verða gjørd. 

Umlætting
Norðoya Bú- og Heimatænasta tekur ikki nýggjar borgarar til umlætting.

Øll starvsfólk hjá Klaksvíkar kommunu verða send heim at arbeiða 
Við nøkrum einstøkum undantøkum arbeiða starvsfólk ikki á sínum vanliga arbeiðsstaði. Dentur verður lagdur á, at hetta ikki er frítøka fyri arbeiði, men at arbeiðsstaðurin verður fluttur heim í tann mun tað er møguligt. 

Uttanlandsferðir, skeiðsvirksemi og fundir skulu avlýsast
Øll starvsfólk, ið eftir ætlan skulu uttanlands vegna kommununa, verða biðin um at avlýsa ferðina. Eisini verður heitt á starvsfólk um at avlýsa alt skeiðsvirksemi og fundir.  

Fólk, ið hava verið uttanlands, skulu ikki koma til arbeiðis
Starvsfólk, sum hava verið uttanlands hesa seinastu vikuna, verða biðin um ikki at koma til arbeiðis komandi 14 dagarnar.

Býráðsfundur og nevndarfundir í mars verða eisini avlýstir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder