Seint hóskvøldið fekk eitt av starvsfólkum í Klaksvíkar kommuni boð frá Landslæknanum um, at viðkomandi varð blivin testaður positivur við Covid19 smittuni.
Tað boðar Klakvíkar kommuna nú frá.
Talan er um eitt starvsfólk í Mylnuhúsinum, sum er ein av dagstovnum kommununnar. Viðkomandi hevði verið í Danmark og lendi mánadagin við flogfari í Vágunum Viðkomandi var til arbeiðis týsdagin, men hevur síðani verið heima.
Les eisini: Tridi føroyingurin smittaður við coronavirusinum
Eftir at Mylnúhúsið vendi sær til landsheilsumyndugleikarnar, er støða tikin um, at best er at øll starvsfólk og foreldur á viðkomandi stovni skulu halda seg heima komandi tíðina í sóttarhaldi. Hetta hevur kommunan boðað teimum frá
- Kommunan tekur hetta í størsta álvara, og tí settu vit eisini 12 átøk í verk í gjár til tess at verja ímóti hesi smittu
Hetta sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri
Les eisini: Klaksvikar kommuna sett nógv átøk í verk
Landslæknin tekur sær nú av málinum og tí, sum víðari skal henda til tess at fyribyrgja, at fleiri verða smittað, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Orsaka av íkomnu støðuni er hárfríðkanarstovan Vera Klipt eisini stongd fyribils, tí eit arbeiðsfólk var í sama flúgvara mánadagin:
- Vit fara at lukka niður í dag og leygardagin fyribils - tí okkara næmingur, sum var á skeið í Svøríki og kom heim mánadagin, var í sama flýgvara sum tann, íð er testa positiv. Næmingurin er farin í karantenu, og nú vaska vit alla salongina við sapu og síðani spritta vit alt av - vit mugu binda um heilan fingur.
Soleiðis skrivar hárfríðkanarstovan á Facebook síðu sínari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald