Innanlands

Klaksvíkar Sjúkrahús ger nú eisini koronaroyndir

Avgerðin varð tikin á fundi leygardagin - sjúkrahússtjórin í Klaksvík metir, at tað var neyðugt at fara í gongd har eisini

Alexandra á Dul er stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi (Mynd: Norðlýsið)

Alexandra á Dul er stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi (Mynd: Norðlýsið)

2020-03-17 12:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tedros Adahanom Ghebreyesus hevur mælt limalondunum til at taka fleiri royndir fyri Korona. Aðalstjórin í WHO slær fast, at hetta er sera umráðandi, nú vit eru á hesum støðinum í smittuspreiðingini.

[object Object]
Tedros Adahanom Ghebreyesus, uttast til høgru (Mynd: EPA)

Í vikuskiftinum staðfestu heilsumyndugleikarnir í Føroyum, at nú fóru fleiri royndir at verða tiknar, og eftir fund  í Sjúkrahúsverkinum varð avgerð tikin um, at fólk eisini kunnu verða kannaði fyri smittuna á Klaksvíkar Sjúkrhúsi.

Hetta sigur Alexandra á Dul, sjúkrahússtjóri, við Norðlýsið, har hon eisini slær fast, at mannagongdin framvegis er tann, at ringjast skal fyrst til sín kommunulækna ella til læknavaktina 1870. Tað eru framvegis hesi, ið taka avgerð um, hvør skal taka støðu til hetta.

Talan er um ein veruligan tørv í verandi støðu, sigur sjúkrahússtjórin. Mannagongdin viðvíkjandi koronaroyndunum, ið verða gjørdar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, eru, at fólk verða kannaði norðanfyri í starvsfólkabygninginum við Víkavegin, ið liggur nakað burturfrá sjálvum sjúkrahúsinum. Hetta er fyri at verja sjúklingarnar og eisini tey eldru á Norðoya Røktarheimi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder