Innanlands

Klaksvíksskeltið í Eysturoyartunlinum verður standandi

Landsverk hevur aftur broytt hugsan, og fer til upprunaligu skeltingina

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-12-08 15:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hvat skal standa á skeltunum í rundkoyringini í Eysturoyartunlinum. Tað hevur verið stóri spurningurin seinastu dagarnar.

Nú er endalig avgerð tikin um, at tað verður Klaksvík sum fer at standa á skeltinum í frákoyringini niðan til tunnilsmunnan á Saltnesi, upplýsti Sigurd Lamhauge, stjóri í Landsverki fyri útvarpinum á middegi.

Fyrst Klaksvík, síðani Runavík og nú aftur Klaksvík
Landsverk tók av fyrstan tíð avgerð um, at frákoyringin niðan til Saltnes skuldi skeltast við Klaksvík, men síðani nakrar myndir av rundkoyringini komu á Portalin í síðstu viku, hevur nógv rok stungið seg upp um hetta skeltið.

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, gjørdi vart við sína ónøgd, og fekk Landsverk at broyta hugsan, og siga seg fara broyta skeltingina, so hon eisini peikaði til Runavíkar.

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Men nú er hendan avgerðin broytt. Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, gjørdi í útvarpinum vart við at tunnilin kom upp á Saltnesi, og ikki í Runavík, og tí gav tað ikki mening at skelta við Runavík.

Hurlivasin hevur gjørt, at Landsverk nú hevur tikið avgerð um at fara aftur til upprunaligu skeltingina, so Klaksvík stendur á skeltinum í frákoyringini.

- Eg var djúpt naivur at trúgva uppá, at eingin annar hevði eina meining um at seta onnur skelti upp. Um man setti eitt annað skelti upp, sum vísti til dømis Saltnes ella Toftir inni í rundkoyringini, so hevði tað brotið á meginregluna hjá okkum at vit altíð skelta fjarleiðirnar, sigur Sigurd Lamhauge, stjóri í Landsverki, við útvarpið.

Eftir ætlan letur Eysturoyartunnilin upp tann 19. desember.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder