2020-05-25 18:23
Ein húsvognur, sum í einar tvær vikur hevur staðið í Elduvík, verður neyvan húsvognur aftur.
Ongin var í vogninum, tá nógvi vindurin í Elduvík í dag fekk fatur á húsvogninum, so at hann koppaði og varð skumpaður yvir móti ánni.
Húsvognurin er so mikið illa farin, at hann neyvan kann brúkast til upprunaliga endamálið aftur. Verður hann ikki tikun upp, er vandi fyri, at hann endar á sjónum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald