Innanlands

Klárt at fara undir at byggja sethús við Klingurstjørn 2

Vestara útstykkingin vestanfyri Skúlan á Argjahamri hevur 45 grundøki

Grundstykkini eru øll seld (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Grundstykkini eru øll seld (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2020-02-18 18:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tórshavnar kommuna skrivar, at økið er nú matrikkulerað, og tey 45 grundstykkini eru seld. Grundøkini undir vegnum eru staðsett eina húsahædd undir veghædd, og grundøkini omanfyri vegin eru skipað við almennum parkerings- og vendiplássum ímillum.

Talan er um seinnu útstykkingini við Klingurstjørn á Argjahamri, og har eru 45 grundøki. Hetta er vestara útstykkingin vestanfyri Skúlan á Argjahamri, omanfyri býlingin Undir Kongavarða.

Kommuna skrivar, at klárt er nú fara undir at byggja sethús við Klingurstjørn 2. Tað er Articon, ið hevur staðið fyri arbeiðnum at gera økið byggibúgvið.


 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder