Mentan

Klárt til størsta nýggjárshald í landinum

Eftir tvey ár har koronafarsóttin ávirkaði verður nýggjárshaldið í Vági í ár aftur skipað við fullari skrá

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

2022-12-30 12:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ár um ár leggja fólk úr øllum landinum og fólk uttan úr heimi leiðina til Vágs á ársins síðsta degi – og er tað sjálvsagt stórsligna nýggjárshaldið í Vági, sum dregur. Eftir tvey ár har koronafarsóttin ávirkaði verður nýggjárshaldið í Vági í ár aftur skipað við fullari skrá.

Nýggjárshaldið í Vági telist millum størstu tiltøk í landinum og er ein samanrenning av innandura og uttandura tiltøkum, og fevnir bæði um tiltøk fyri børn, ungdómar og vaksin.

Hæddarpunktið er flest øllum kunnugt um midnáttarleitið, tá blikkini verða tendraði á Eggjunum, í Fjallinum og vestur við Sandin, faklagonga fer gjøgnum býin, bál verður tendrað á Tríkantinum á Sandinum og síðani er størsta fýrverkshow í landinum.

Tiltøkini nýggjársaftan byrja tó longu frá morgunstundini við at øllum verður bjóðað til ókeypis morgunmat í VB-húsinum. Kirkjurenning, sum Hvistan skipar fyri, er eisini á skránni kl. 10.

Eftir døgurða er stórt barnatiltak á skránni í Vágs Høll, har Bubu og Ingi & Danny fara at undirhalda og syngja og spæla.

Eftir faklagongu, bál og fýrverksshow er stórur dansur á Eiðinum, har eitt sindur er fyri allir aldursbólkar, tí á pallin í Vágs Høll fara bæði Rox, Eyðun, Terji og Kim, og Ingi & Danny og í VB-húsinum spæla Hans Jacob & vinmenn.

Skráin fyri nýggjárshaldið í Vági er hendan:

Kl. 10.00 Ókeypis morgunmatur í VB-húsinum.

Kl. 10.00 Skipar Hvistan fyri árligu kirkjurenningini frá Vágs kirkju til Porkeris kirkju og aftur – tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Kl. 11.30 Ársins seinasti gongutúrur frá vindmyllulundini í Porkerishaganum til Vágs. Møtt verður við niðankoyringina til vindmyllulundina í Porkerishaganum. Ókeypis tiltak og øll eru vælkomin.

Kl. 13.00 Stórt barnatiltak í Vágs Høll við luttøku av Bubu og Inga & Danny.

Kl. 23.40 Blikkini niðan á Eggjarnar, í Fjallinum og vesturi við Sandin verða tendraði

Kl. 23.45 Faklagongan við monnum fer frá Vágs Skipasmiðju – kvinnurnar ganga frá Meinigheitshúsinum

Kl. 0.00 Faklagongan kemur á Tríkantin. Sálmurin “Tíðin rennur sum streymur í á” verður sungin áðrenn eldur verður sett á bátin og Føroya størsta fýrverksshow byrjar.

Kl. 2.00 Stórdansur í Vágs Høll við Rox; Eyðun, Terji og Kim, og Ingi & Danny og í VB-húsinum spæla Hans Jacob & vinmenn.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder